Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Vónin hevur drúgvar royndir í at framleiða flótitrol við framúr fiskieginleikum til fleiri ymisk fiskasløg. Okkara pelagiska útgerð verður útflutt kring allan heim. Hesi uppsjóvartrol eru áhaldandi vorðin ment gjøgnum árini, og Vónin kann bjóða eitt stórt úrval av sniðum – frá fleirnýtslu flótitrolum til trol ætlað serskildum fiskasløgum.
Tá vit á fyrsta sinni tóku Capto við í okkara úrval, setti tað ein nýggjan standard fyri pelagisk trol. Í dag velja allir okkara kundar at hava fornetini í teirra flótitrolum gjørd við Capto.
Tá Capto varð ment var tað av stórum týdningi fyri okkum at talan var um hægstu dygd allan vegin. Capto hevur víst seg at vera sterkt, stendur sera væl ímóri sliti og hevur ein góðan stívleika.
Orsakað av teirra serstaka sniði eru flótitrolini frá Vónini góð at handfara og krevja minimalt av viðlíkahaldi.
Á Vónini hava vit altíð gingið høgt uppí netarbeiði sum yrki og handverk. Hetta handverkið kann ikki skiftast út, sjálvt í hesum tíðum har so at siga alt verður automatiserað.
Okkara royndir vísa at umframt teir siðbundbu førleikar sum Vónin leggur dent á, hevur tað stóran týdning fyri úrslitið í longdini at brúka dygdargott tilfar.