{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Størv

Vónin er ein leiðandi fyritøka á sínum øki og hevur deildir kring allan Norðuratlantin. ĺ dag hava vit umleið 450 fulltíðar størv í okkara samtakið. Okkum tørvar evnarík, hugagóð og íðin starvsfólk fyri at halda okkara støðu á marknaðinum.


Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvið sum sølufólk, ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni.

Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið.  Starvið er fjølbroytt har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar í Føroyum og uttanlanda. Tú kemur í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði og verður arbeiðsstaðurin á høvuðssætið okkara í Fuglafirði.

Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”


Sølu- og kundasamskipari

Sum partur av sølutoyminum á Vónini kemur tú at hava ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum millum kundar og sølufólki okkara. Serliga er tað marknaðir so sum Stóra Bretland, Kanada, Ísland og Føroyar. Tín leiklutur verður at tryggja, at tilboð, bíleggingar og kundatænasta verða framd á einum høgum støði.

• Móttøku og viðgeran av kundabíleggingum
• Tilboðsarbeiðið og prísáseting
• Dagføring av kundaskráum og handilsligum upplýsingum
• Samskifti við kundar um vørur, levering og treytir
• Tætt samstarv við sølufólk, veitarar, framleiðslu og goymslu

• Hevur eina tænastusinnaða og professionella tilgongd
• Royndir sum alari er ein stórur fyrimunur
• Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga – á føroyskum, enskum og skandinaviskum
• Hevur góðan telduførleika
• Arbeiðir sjálvstøðugt, er fyrikomandi og tekur ábyrgd

• Eitt fjølbroytt og mennandi starv í einum væl skipaðum umhvørvi
• Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
• Góða innleiðslu og hjálp frá royndum starvsfeløgum
• Ein part av einum fryntligum og dugnaligum toymi
• Løn og treytir sambært avtalu og førleikum

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2025.
Send umsókn og lívsrensl til sp@vonin.com og viðmerk “sølu- og kundasamskipari”.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Signar Poulsen á tel. 22 20 26 ella sp@vonin.com.

Vónin á Instagram

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.