It all started in 1969 and today Vónin is a major developer and manufacturer of high quality fishing gear, aquaculture equipment as well as supplying equipment for the land base industry.
… og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð við deildum í Noregi, Grønlandi, Kanada og Russlandi, pluss framleiðsluvirki í Litava umframt fleiri serdeildir í Føroyum og ein ógvuliga altjóðaligan kundaskara.
Tað, sum í 1969 byrjaði sum eitt tiltak at framleiða fiskireiðskap til tann lokala flotan, sett ígongd av nøkrum fiskimonnum, er vaksið til eina av Føroya fremstu útflutningsfyritøkum, við víðkaðum fokus frá at burturav arbeiða við heimaflotanum til at arbeiða kring allan heimin. Vónin hevur ment seg frá tí smáa og lokala til eitt høgt spesialiserað og veruliga altjóðaligt virksemi við ørgrynnu av serkunnleika og royndum aftan fyri sær.
Søgan
Vónin verður stovnað í 1969
av Olaf Olsen, Jákup Oluf á Lakjuni, Otto Dam, Janus av Reyni og Sámal G. Jacobsen tá teir keyptu trolaran, ið kallaðist Vónin
1971
Trolverkstað letur upp í Fuglafirði
1975
Trolverkstað letur upp í Havn
1977
Nýtt trol- og nótavirki við royndartanga er bygt í Fuglafirði
1980
Farið verður undir at framleiða útgerð til alivinnu
1989
Lata upp deild í Newfoundlandi
2000
Byggja nýtt trolvirki í Havn
2002
Yvirtaka trolverkstaðið hjá Polar Seafood í Grønlandi
2002
Ársins Virki
2005
Yvirtaka trolverkstaðið hjá Royal Greenland
2006
Yvirtaka alinótavirkið við Norðskála
2008
Leggja saman við RFG í Noregi, nú nevnt Vónin Refa
2008
Lata upp søluskrivstovu í Murmansk í Russlandi
2011
Ársins Virki
2014
Byggja framleiðsluvirki í Litava
2018
Byggja nýtt trol- og nótavirki og høvuðsskrivstovu í Fuglafirði
2019
Lata upp søluskrivstovu í Vladivastok í Fjareysturs Russlandi
2019
Víðka nótavirkið við Norðskála
2021
Yvirtaka verkfrøði- og designvirkið Volu Ventis
Fokus á nýskapan og dygd
Meðan fiski- og alivinnan eru vorðnir alsamt meira krevjandi og kappingarharðir ídnaðir, hevur Vónin tillagað seg í mun til hetta við at menna slitsterkt og robust tilfar eftir egnum fyriskriftum, og hevur bygt upp sítt egna úrval av álítandi vørum. Við at arbeiða tætt saman við vinnuni hava vit uppnátt eitt høgt stig av vørudygd, og vit eru errin av okkara avrikum.
Sum vit altíð hava gjøgt, so síggja vit til, at okkara uppfinningar og royndir fara fram í tøttum samstarvi við vinnuna, soleiðis at hugskotini sjálv, sum koma frá antin okkara sera dugnaligu starvsfólkum ella frá kundanum, kunnu verða umhugsað, roynd í okkara teldusimulatorum og bygd sum niðurskalerað modell at testa í royndartangum. Tá ið vit kenna, at vit eru komin fram til eitt optimalt úrslit, lata vit sniðini og produktini verða testað av til fulnar úti á havinum av okkara egnu serfrøðingum og royndum kundum.
Nýskapandi snið
Álítandi tilfar
Serstakt handverk
Skraddaraseymaðar loysnir
Burðardygd
Vónin hevur bundið seg til at minimera burturkast frá sínari egnu framleiðslu umframt tað, at vit veita okkara kundum reiðskap sum varir — hvat ið aftur hevur við sær at burturkastið verður sum allarminst.
Okkara sikti er at veita vørur av hægstu dygd bæði í funktión og styrki, sum ger tað møguligt fyri fiskiskip at halda orkunýtsluni, og harvið eisini útláti, so langt niðri sum møguligt. Sum vit vaksa um okkara fokus á burðardygd, leggja vit eisini alsamt størri dent á at vera partur av einari veitingarketu, sum framleiðir minimalt burturkast av tilfeingi, aftur fyri størst møguligu framleiðslu av proteinum úr sjónum.
Tað er týdningarmikið fyri okkum at eiga ein leiklut í at varðveita umhvørviið fyri komandi ættarlið og gera best møguligu nýtslu av tí avmarkaða tilfeingi, ið er okkum til taks.
Hvørt ár sendir Vónin eina rættiliga stóra mongd av liðugt brúktari aliútgerð til endurumferð og endurnýtslu.
Vónin er partur av samtakinum Burðardygt Vinnulív, har tólv fyritøkur í Føroyum í felag miðja eftir at fremja burðardyggar vinnuvanar og geva íkast til ST Burðardyggar Menningar Málsetningar.
ST Burðardyggar Menningar Málsetningar
Allir ST Burðardyggar Menningar Málsetningar eru týdningarmiklir fyri okkara strategi, dagliga rakstur og ta virðisketu, vit eru partur av. Vit hava peikað út tríggjar Burðardyggar Menningar Málsetningar, ið fyri okkum hava serstakliga stóran týdning:
Ábyrgdarfult forbrúk Tryggja burðardygg mynstur í forbrúki og framleiðslu.
Lívið undir vatni Varðveita og burðardygt gera nýtslu av høvunum, vøtnunum og marinum tilfeingi fyri burðardygga menning.
Partnaraskapir fyri málsetningarnar Styrkja midlarnar til implementering og endurlívga altjóða partnaraskapin fyri burðardyggari menning.
This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.
Strictly Necessary Cookies
Strictly Necessary Cookie should be enabled at all times so that we can save your preferences for cookie settings.
If you disable this cookie, we will not be able to save your preferences. This means that every time you visit this website you will need to enable or disable cookies again.
3rd Party Cookies
This website uses Google Analytics to collect anonymous information such as the number of visitors to the site, and the most popular pages.
Keeping this cookie enabled helps us to improve our website.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!