Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Gannet flótitrolið hevur eitt stórt gap í mun til støddina á reiðskapinum sum heild, og hetta ger tað effektivt til bæði intensivan fiskiskap við stuttum tóvum, og veiði við longum tóvum eftir spjaddum fiski. Tann langi bellurin gevur framúr gjøgnumstreyming av vatni og ger trolið lætt at toga í mun til støddina á tí.
Vónin hevur sniðgivið Gannet flótitrolið til tungt virksemi á sjónum, íroknað at klára tey heilt serligu krøvini, sum várveiðan eftir svartkjafti vestan fyri Stóra Bretland setir. Trolið er gjørt úr diamantformaðum meskum allan vegin, og tann sterka konstruktiónin gevur tí eina heilt einastandandi langa virkna livitíð.
Sum reiðskapur í sínum upprunaliga hugtaki ætlað til veiðu eftir svartkjafti, hevur Gannet flótitrolið eisini í eina tíð verið marknaðarleiðandi í so máta. Trolsniðið hevur harafturat víst seg at vera fjøltáttað við góðum avrikum í bæði sildaveiðu og í fiskiskapi eftir upsa. Margbroytnið í Gannet hevur havt við sær, at trolsniðið er vorðið eitt av teimum best umtóktu frá Vónini. Hetta flótitrolið hevur víst seg at vera effektivt undir sera ymiskum fiskiumstøðum, líka frá fiskaríi nær við havbotnin og heilt upp til nakrar fáar metrar undir vatnskorpuni.
Serliga væl egnað til veiði eftir:
Svartkjafti, sild og upsa
Hendan upptøkan er tikin umborð á Høgaberg, meðan trola var eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Høgaberg hevur eitt 2304 m trol og posa frá Vónini.