Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Hawk er eitt lættvektar flótitrol designað til fiskiskip, ið ikki hava størstu motororku og er bygt úr løttum tilfari fyri at minimera vatnmótstøðu undir toging. Teir hexagonalu meskarnir í frampartinum viðvirka til ta lágu vatnmótstøðuna í reiðskapinum.
Hetta ger tað møguligt fyri trolarar við minni motorkraft at verða riknir munadygt, og Hawk flótitrolið hevur víst framúr góð úrslit í veiðu eftir skjótt-ferðandi stimum. Hetta trolið avrikar væl á øllum dýpum, heilt upp til vatnskorpuna.
Hawk flótitrolið avrikar væl á øllum dýpum heilt upp til vatnskorpuna.
Serliga til veiðu eftir: Makreli, hestamakreli og sild