Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Seagull flótitrolið hevur hexagonalar meskar í frampørtunum og ein víðan og langan bell, og klárar tí at svølgja stórum stimum av uppsjóvarfiski. Hetta trolið er serstakliga væl egnað til veiðu eftir sild og hevur somuleiðis víst ógvuliga góð úrslit í makrelveiðu.
Vónin Seagull er gjørt í tí styrki, sum krevst fyri at lúka krøvini í uppsjóvar fiskiveiðu við stórum nøgdum, og hevur eitt væl roynt snið, ið gevur avbera góð úrslit á miðjum sjógvi, men stendur seg eisini væl uppi við vatnskorpuna.
Tey seinastu umleið tíggju árini hevur Seagull greitt verið tað best umtókta flótitrolið til sildaveiðu í føroyska uppsjóvarflotanum, og kundarnir blíva við at koma aftur til okkum eftir hesum sera munadygga og fjøltáttaða margnýtslu pelagiska trolsniði.
Serliga til veiðu eftir:
Sild og makreli
Tummas T hevur tey seinnu árini brúkt eitt 1200 mtrs HEX Seagull flótitrol til veiðu eftir sild og makreli. Teir hava verið so mikið nøgdir, at teir nýliga fingu sær eitt nýtt trol av sama slag. Teir brúka eitt sett av 11 fermetra Tornado trolhurðum fyri at spreiða trolið. Hesin videofilmurin varð upptikin á tí fyrsta túrinum við tí nýggja trolinum.