{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Tænasta

Fyrsta floks tænasta

Umframt at framleiða fiskireiðskap av hægstu dygd, meta vit, at tað er av alstórum týdningi at veita eina fyrsta floks tænastu, ið nøktar tørvin hjá okkara kundum. Vónin hevur tænastustøðir strategiskt staðsettar í Føroyum, Grønlandi, Kanada og Noregi.


Vit eru klár til tænastu 24 tímar um samdøgrið 7 dagar um vikuna.

Tú kanst altíð fáa fatur á okkum á telefon 474 200.


Umvælingar og viðlíkahald

Við okkara royndu starvsfólkum og góðu útgerð, hølum og umstøðum, fáa vit arbeitt alt samdøgrið við umvælingum og viðlíkahaldi av øllum trolum, nótum og grunnum.

Trolhotell

Á okkara trolhotelli í Fuglafirði bjóða vit okkum til at hýsa tínum fiskireiðskapi uttan fyri vertíðina. Reiðskapurin liggur á goymslu væl vardur og er skrásettur í Trol-Logginum, so tú fært, umvegis telefonina ella telduna, fult yvirlit yvir allan reiðskap, sum tú hevur inni hjá okkum.

Á lagur

Vónin hevur altíð stórt úrval av leysavørum á lagur, t.d. tog, krókar, ketur, sjeklar, svøvlar, net o.s.v.

Veirur og stramming av trolveirum

Vit bjóða eina spolauppseting, sum strammar nýggjar trolveirar, tá ið teir verða tiknir umborð. At koyra trolveirarnar gjøgnum okkara strammingarskipan, meðan teir verða spolaðir upp á rullurnar fyri fyrstu ferð, hevur víst seg at gera ein stóran mun fyri lívstíðina á einum setti av trolveirum. Undir spolingini síggja vit til, at tað stendur akkurát passaliga nógv á veirinum, so hann verður vundin væl upp á spølini. Vit kunnu handfara upp til 44mm tjúkkar veirar, har tað stendur so mikið á sum 15 tons.

Taluritpressur og spleysing av veirum

Fyri at skapa eygu á stálveirum hevur Vónin taluritpressur og mobilar skrúvistikkur til veirar fyri at handspleysa veirarnar.

Klárt at brúka

Tað er altumráðandi, at grunnurin er monteraður rætt á trolið, annars er møguleiki fyri, at trolið ikki fer at virka sum tað skal. Fyri at gera tað lættari fyri teg sum kunda, bjóða vit sum tænastu at sláa grunnin undir soleiðis, at trolið er klárt at brúka.

Servitan

Vónin bjóðar eisini servitan í tekniskum og praktiskum viðurskiftum. Vit kunnu fáa serfrøðingar til sjós við fiskiskipum fyri at geva manningini undirvísing og vegleiðing eftir tørvi.

Lastbilar

Vit veita skjótan og munadyggan flutning av fiskireiðskapi við okkara lastbilum.


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram

This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.