{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Fiskireiðskapur til heimsins bestu fiskimenn

Hvat er tað, sum ger Vónin trolið so framúrskarandi?

Vónin hevur drúgvar royndir í at framleiða flótitrol til ymisk sløg av uppisjóvarfiskiskapi, og okkara trol verða seld kring allan heimin. Vónin flótitrol verða brúkt frá Norðuratlantinum til Suðurkyrrahavið av bestu fiskiskipum í heiminum. Men hvat er tað, sum ger Vónin trolið so framúrskarandi? Svarið er design, handverk og tilfar.

Snið

Flótitrolini frá Vónini roynast væl og hava lítlan tørv á viðlíkahaldi. Hetta kemst m.a. av teirra unika sniðið, og tí kann fiskiskapurin gerast sera effektivur. Okkara trol eru sniðgivin av sera royndum trolfólki í tøttum samstarvi við fiskimannin.

Vit brúka framkomnan 3D simulator saman við vitjanum í royndarbrunni til at betra um trolsniðini.

Reiðarar og skiparar hava til eina og hvørja tíð møguleika at gera nýtslu av royndum hjá Vónini, við trolum sniðgivin og bygd til at lúka krøvini hjá hvørjum einstøkum skipi og skipara.

Handverk

Okkara trol eru kend fyri at vera sera slitsterk og krevja lítið viðvíkahald. Hesir eginleikar snúgva seg í roynd og veru um tað dygdargóða handverkið, sum liggur aftan fyri trolini hjá Vónini. Sjálvt í 21. øld kann einki javnmetast við gamaldags handalag og hegni við atliti til detaljur.

Mong ár av royndum í tøttum samstarvi við fiskimenn úr ymiskum fiskaríum hava víst, at tað er ómakin og tíðina vert at síggja til, at reiðskapurin er veruliga í lagi, áðrenn hann fer av netaloftinum — tað lønar seg seinni. Tess meira gjørt verður við hetta frá byrjan, tess minni av tíð noyðist manningin at brúka á dekkinum til bøting og umvæling av reiðskapinum.

Tilfar

Royndirnar hjá Vónini eru, at dygdar tilfar loysir seg í longdini. Bíligar loysnir kunna altíð finnast, men at finna tær slitsterku loysnirnar er ein heilt onnur avbjóðing. Vónin brúkar ein bólk av útvaldum veitarum til alt frá neti, togum, ketum og øðrum vørum.

Royndir hava víst, at lættari tilfar fiskar betri, og tí gera vit okkara trol við sterkum og lættum tilfarið.

Skaddaraseymaðar loysnir

Vit kunna gera tað, tú hevur tørv á – um tað eitt trol við góðari hædd, við góðari breidd ella eitt trol við longum vengrum. Um tær nýtist eitt sterkt trol, sum skal standa ímóti harðari viðferð, so gera vit tað. Um tú ynskir eitt lætt trol, sum skal togast við høgari ferð, so gera vit tað. Vit kunnu skraddaraseyma trolið júst til tín tørv.

Fyrstafloks tænasta

Sum samsvarar við tørvin hjá kundanum

Vónin á Instagram