{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Botntrol

Eitt breitt úrval av botntrolsniðum

Vónin er ein av teimum leiðandi framleiðarunum av botntrolum í tí norðuratlantiska økinum. Okkara botntrol hava verið í støðugari menning yvir mong ár, og vit kunnu bjóða eitt breitt úrval av botntrolsniðum — frá háuppdrifts til vítt spílandi reiðskap — frá margnýtslu reiðskapi til trol designað til at royna eftir útvaldum fiskasløgum.

Okkara botntrol verða brúkt av trolarum í øllum støddum frá smáum trolbátum og allan vegin upp til teir stóru verksmiðju trolararnar, ið fiska við fleiri trolum í senn.

Botntrol frá Vónini verða brúkt á so ymiskum fiskileiðum sum í Barentshavinum, út fyri ta russisku strondina í Fjareystri, við Grønland bæði eystan- og vestanfyri, við Flemish Cap, við Newfoundland og Labrador og aðrastaðni í kanadiskun sjógvi.



Fyrimunir við Fortis

Fortis netið er ment við einari samanseting av serstakligari styrki og stívleika fyri at geva møguleika til at skalera niður støddir á tvainum á trolreiðskapi. Við at brúka Fortis net hevur tú møguleikan at halda fast við verandi troldimensiónir tó við minni vatnmótstøðu — ella at økja um trolstøddina uttan sum heild at ávirka vatnmótstøðuna. Skjalfestar royndir, sum samanbera trolreiðskap, hava víst, at Fortis net gevur betri vatnstreym gjøgnum reiðskapin, og okkara kundar, ið hava skift yvir til hetta net, siga allir frá betri veiðitølum við Fortis útgerð.

Design

Rækju- og botntrol frá Vónini eru sniðgivin til at hava sera góða botnkontakt og einastandandi gjøgnumstreym.

Handverk

Okkara trol eru kend fyri at vera sera slitsterk og krevja lítið viðvíkahald. Hesir eginleikar snúgva seg um tað dygdargóða handverkið.

Tilfar

Vit leggja alstóran dent á, at einans tað besta tilfarið frá útvaldum veitarum verður partur av einum Vónin troli.


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram