Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Fiskireiðskapur til heimsins bestu fiskimenn
Vónin hevur drúgvar royndir í at framleiða rækju- og botntrol fyri øll sløg av fiskiskapi, og okkara trol verða seld kring allan heimin. Vónin trol verða brúkt á so ymiskum fiskileiðum sum Barentshavinum, uttan fyri eysturstrondina í Russland, eystan og vestan fyri Grønland, á Flemish Cap, út fyri New Foundlandi og Labrador og aðrastaðni í kanadiskum sjógvi. Vónin hevur orð á sær í at veita fiskireiðskap av hægstu dygd. Vit gera hetta við at fokusera á design, tilfar og handverk.
Rækju- og botntrol frá Vónini eru sniðgivin til at hava sera góða botnkontakt og einastandandi gjøgnumstreym, sum hjálpir tær at spara brennievni og fram um alt at økja um fongin við at fáa hann smidliga og trygt aftur í trolposan.
Reiðarar og skiparar hava til eina og hvørja tíð møguleikan at gera nýtslu av royndunum hjá Vónini, við trolum sniðgivin og bygd júst til at passa til støddirnar á skipinum og lúka krøvini hjá hvørjum einstøkum skipara.
Okkara trol eru kend fyri at vera sera slitsterk og krevja lítið viðvíkahald. Hesir eginleikar snúgva seg í roynd og veru um tað dygdargóða handverkið, sum liggur aftan fyri trolini hjá Vónini. Sjálvt í 21. øld kann einki javnmetast við gamaldags handalag og hegni við atliti til detaljur.
Mong ár av royndum í tøttum samstarvi við fiskimenn úr ymiskum fiskaríum hava víst, at tað er ómakin og tíðina vert at síggja til, at reiðskapurin er veruliga í lagi, áðrenn hann fer av netaloftinum — tað lønar seg seinni. Tess meira gjørt verður við hetta frá byrjan, tess minni av tíð noyðist manningin at brúka á dekkinum til bøting og umvæling av reiðskapinum.
Vit eru fult vitandi um týdningin av dygdartilfari og leggja tí alstóran dent á, at einans tað besta tilfarið frá útvaldum veitarum verður partur av einum Vónin troli.
Umframt at nýta Premium og PET net, eru okkara tilmæli, at trolið verður gjørt úr Fortis neti, sum er framleitt burturav fyri Vónina. Fortis neti gevur ein betri gjøgnumstreym av vatni gjøgnum trolið og førir harvið til betri fiskiskap.
Tað grundleggjandi sniðið kann skalerast upp ella niður fyri at hóska til ta megi, sum trolarin hevur at toga við, og eisini kann riggingin tillagast eftir hvussu dekkið sær út. Hvørt trol er riggað til at passa í trolbanarnar umborð ella til stødd og orku á netatrumluni. Tilfarið, sum verður brúkt, er eftir kundans ynski, har valmøguleikar eru fyri ymiskum sløgum av neti. Eisini eru ymiskir møguleikar til línurnar so sum Taifun ella Dyneema.
Fyrstafloks tænasta
Samsvarandi við tørvin hjá kundanum.