{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Havtaskutrol

Eyka long fiskilína

Effektivt botntrol fyri fiskileiðir við góðum botni, serliga sniðgivið til at veiða havtasku

Eins og navnið bendir á, er Havtaskutrolið serliga sniðgivið til at veiða havtasku og er serstakliga munadygt á fiskileiðum, har botnurin er góður. Havtaskutrolið hevur eyka langa fiskilínu, lítla hædd og sera langar vengur. Hesir eginleikar geva Havtaskutrolinum eina ógvuliga stóra spennivídd millum veingjaspýssarnar og eitt stórt spíl.

Trolið kann brúkast við sera stuttum breitlum fyri at fáa lemmarnar beint inn í veingjaspýssarnar, sum enn meira víðkar um tað horisontala opið á trolinum. Bellurin í Havtaskutrolinum fæst í trimum ymiskum útgávum — stakur, dupultur og trídupultur.

Økt veiða

Tá ið skip hava skift frá siðbundnum trolum til Havtaskutrolið, hava teir fingið munandi meira av havtasku. Havtaskutrolini hava verið brúkt við avbera góðum úrslitum til bæði stak- og partroling. Vit kunnu eisini levera trolini við ’spinniveva’ ketum framman fyri trolið.

Fiskaslag trolið serliga er ætlað til:

Havtaska

Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram