{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin Bacalao

Tann norðuratlantiski arbeiðshesturin

Ótrúligir veiðieginleikar og sera lítið viðlíkahald

Vónin Bacalao botntrolið hevur roynst sum ein fjøltáttaður arbeiðshestur, ið avrikar á so at siga øllum fiskileiðum. Harafturat er trolið gott at handfara, og tørvurin á viðlíkahaldi er lítil og eingin við tað, at trolið fær sera lítið av skaða. Hetta orsakað av tess heilt serliga sniði, og tí verður fiskiskapurin sera munagóður.

Ein av stovnarunum av Vónini, Otto Dam, menti upprunaliga trolið í 1990unum. Síðani tá er trolsniðið vorðið endurskoðað fleiri ferðir, men tað hevur framvegis nógv av teimum upprunaligu eyðkennunum, so sum eginleikin at verða togað skjótt uttan at missa kontakt við botnin. Bacalao trolið kann veiða at kalla øll sløg av botnfiski, frá upsa, toski og hýsu til svartkalva, kongafisk, havtasku og gullaks.

Bacalao verður brúkt til upsa, tosk, hýsu, svartkalva, kongafisk, flatfisk, havtasku og gullaks.

Frá tí lítla til tað stóra

Vónin framleiðir hetta trolmynstrið í ymiskum støddum, frá 270-meska ummálið til ta størstu trolstøddina við so mikið sum 1078 meskum í ummálið. Bacalao trol verða brúkt av ógvuliga ymiskum trolarum frá smáum trolbátum við minni enn 500 hk og partrolarum allan vegin upp til tey størstu framleiðsluskipini. Kundarnir hjá Vónini toga Bacalao trol á fiskileiðum kring allan Norðuratlantin úr Kanada yvir í Barentshavið.

Bacalao trol
Heykur / Bacalao trol
Posi / Heykur

DØMI:

Bacalao 740 rakar beint í mál

Tann norski trolarin Atlantic Viking, við heimstað í Ålesund, hevur havt væl eydnað fiskarí við sínum Bacalao trolum frá Vónini og er farin frá at brúka meir ella minni standard Bacalao 630 trol til eisini at hava tvey Bacalao 740 trol umborð.

Sambært Óla Horn á Vónini, byrjaði tilgongdin undir einum arbeiði í royndartanga í Hirtshals, har eitt skalamodell av einum troli ment fyri tann nýggja norska frystitrolaran Granit varð royndartogað. Hetta var Bacalao 740, ein víðkað útgáva av 630 trolinum, sum í mong ár hevur verið tann vanligi arbeiðshesturin fyri nógvar trolarar um alt tað norðuratlantiska økið.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram