{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin Zenith

10% VEIÐIØKING

Hevur góða hædd

Trolteknikarar á Vónini eru komnir við einum trolsniði, ment til fjølbroytni og optimerað til bæði partroling og einkulttroling. Úrslitið gjørdist Zenith trolið, sum longu hevur uppfylt tey tøl, ið vóru væntandi longu undir sniðgevingar tilgongdini — trolarar hava sæð betraðan fiskiskap eftir upsa, hýsu, toski, kongafiski og svartkalva.

Nýtt snið

Sjálvt um Zenith hevur færri meskar í ummáli, hevur tað størri gap, sum fæst gjøgnum at optimera skurð og innsetingar. Trolið er eisini sniðgivið til at halda støðuga botnkontakt.

Skiparar á bæði partrolarum og staktrolarum, sum hava roynt prototypur av Zenith trolinum, hava greitt frá, at trolið gongur seg væl eftir botninum í øllum veðri, og tá ið rokfiskiskapur er, savnar Zenith munadygt stórar mongdir av fiski.

Streymlinjað til at fáa optimalt burtur úr støddini á netinum í trolinum og samstundis minimera viðlíkahaldið, kombinerar Zenith frá Vónini siðbundnar dygdir og krøv við nýhugsan.

RØKKUR VÍÐARI

GÓÐ BOTNKONTAKT

SNIÐGIVIÐ TIL FJØLBROYTNI

OPTIMERAÐUR SKURÐUR

MUNADYGT Í ROKFISKIKAPI

Vit eru sera væl nøgd við Zenith trolið. Tað gongur stabilt og snøggliga og hevur eina hædd upp á umleið 10 metur. Við røttum vektbýti, er tað eingin trupulleiki at halda teir semipelagisku lemmarnar 10 metur frá botninum. Vit høvdu ein metgóðan fiskitúr og fyltu lastina við hjálp av einum og sama troli gjøgnum allan túrin. Tað tóktist sum at vit fingu líka nógv sum trolararnir, ið fiskaðu við dupultum troli, men vit valdu at heldur brúka eitt stakt Zenith trol og spardu týðiliga eina rúgvu í brennievni av hesum. Eg kann eisini nevna, at vit skræddu einki og sluppu allan túrin undan at bøta – so trolið er ógvuliga sterkt.

Einar Bjørhovde, skipari á Kågtind II

Størri veiðiøki

Sjálvt um Zenith hevur færri meskar í fiskicirklinum, hevur tað betri høvuðlínu hædd enn vanligur trolreiðskapur. Teir longru veingirnir og tann økta spreiðingin millum veingjaspýssarnar geva Zenith trolinum eitt nógv størri veiðiøki.

25% MEIR HÆDD

Vanligt 720
Zenith 700

DØMI:

10% økt veiði

Væl royndu partrolarnir Polarhav og Stjørnan vórðu valdir út til at geva tí fyrstu Zenith prototypuni í fullari stødd sín elddóp á siðbundnum føroyskum partrolileiðum. Og fyrimunurin við at samstarva við partrolarar liggur í at kunna samanbera veiðina hjá teimum báðum partrolarunum, ið skiftast um at hála, har Stjørnan brúkar eitt vanligt 720-meska trol og Polarhav togar nýggja 700-meska Zenith royndarreiðskap, ið er tillagaður eftir skiparans ynskjum við Fortis neti í teimum ovaru panelunum.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram

This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.