Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Flatfiskatrol
Tá tú roynir eftir flatfiski, hevur tú ikki brúk fyri nógvari hædd á trolinum. Tá hevur tú, hinvegin, brúk fyri einum breiðum gapi fyri at dekka so víða flatu sum møguligt. Hetta er júst tað, sum Flatfiskatrolið hevur at bjóða. Ein long fiskilína við góðari spreiðing og ein lág hædd á høvuðlínuni gera hetta trolið hóskiligt til veiðu eftir flatfiski.
Flatfiskatrolið er sniðgivið til at áhaldandi leita niðureftir soleiðis, at tú fært best møguligu botnkontakt, sum er altumráðandi, tá tú roynir eftir flatfiski. ĺ veiðu eftir flatfiski fært tú nakað av rundfiski sum hjáveiðu. Til at minka um slíka hjáveiðu er møguleiki at seta skiljirist í trolið. Um tú bert ynskir at skilja frá tann smærra rundfiskin, so hava vit eisini eina loysn til hetta.
Fiskasløg trolið serliga er ætlað til:
Flatfiskur og havtaska