{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin Super Height

Dekkar eitt stórt veiðiøki

Vónin Super Height kann verða togað bæði eftir botninum og hægri uppi í sjónum

Super Height er eitt flexibult semi-pelagiskt trol, ið kann nýtast í ógvuliga ymiskum fiskiskapi. Hetta semi-pelagiska trolsniðið hevur nøkur framúrskarandi úrslit í toska-, hýsu-, upsa-, høgguslokka- so væl sum gulllaksaveiðu, sum trolið upprunaliga varð sniðgivið til.

Tá ið fiskurin fer upp frá botninum

Super Height trolið er munadyggast í samband við veiðu eftir botnfiskasløgum, tá ið fiskurin ávísar tíðir á samdøgrinum ella á árinum fer upp frá botninum, tí trolið dekkar eitt munandi størri øki enn eitt vanligt botntrol ger.

Super Height er eisini sniðgivið til at skapa sum minst av mótstøðu undir togan og at fara lættliga eftir botninum ella enntá at fara skjótt uppeftir um neyðugt — eitt sera effektivt trol, sum gevur møguleikar til skjótan og góðan fong.

Fiskasløg:
Gullaksur, hýsa, kongafiskur, toskur, upsi, høgguslokkur.

Fuglberg og Skoraberg teljast millum teir føroysku partrolarar sum royna eftir gullaksi við Vónin Super Height.
Fuglberg og Skoraberg teljast millum teir føroysku partrolarar sum royna eftir gullaksi við Vónin Super Height.

Partroling og við lemmum

Trolið er væl roynt í partroling, og tað er eisini fult møguligt at brúka tínar vanligu trollemmar til Super Height trolið, tað veri seg lemnar til botntrol ella til flótitrol.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram