{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin Storm 2

NÆSTA STIG Í TROLLEMMA DYGD

Storm 2 botnlemmurin

Tá Vónin fór undir at kanna marknaðin fyri trollemmar, byrjaðu sniðgevararnir hjá felagnum við einum lista yvir øll krøv til eitt nýtt trollemmadesign. Lemmarnir skuldu uppfylla tørvin hjá botntrolarum, ið royna á torførum fiskileiðum við grýtunum botnlendi, og í økjum har havísur kann vera ein gerandis avbjóðing. Úrslitið var Storm sniðið, ein slitsterkur og kraftmikil lemmur við førleika at verða togaður við sera lítið av veiri.

Nú leggur Vónin fram Storm 2 lemmarnar, ið fylgja somu grundleggjandi meginreglum sum Storm lemmarnir, men sum samstundis koma við betringum, ið gera teir enn meira munadyggar, og fáa teir at avrika enn meira.

Framúr stabilitetur og einastandandi spíling

Storm 2 lemmarnir hava longu vunnið gott umdømi fyri sínar heilt serligu eginleikar at spíla trolið, og verða brúktir í nógvum ymiskum fiskiskapi, umborð á stak-, dupult- og trídupult-riggaðum trolarum. Skiparar siga frá, at Storm lemmarnir geva einastandandi spíling, sjálvt tá ið togað verður við lutfalsliga lágari ferð í sambandi við rækjufiskiskap, og at tað merkist, at hesar trollemmar halda somu spíling á grunnum vatni so væl sum á djúpari leiðum. At døma eftir afturmeldingunum frá skiparum, ið fiska við Storm 2, so er greitt at hesir lemmar hava ein heilt framúr stabilitet, halda sær beint upp og niður og halda reiðskapin opnan sjálvt í einum svingi upp á heili 180 stig, við einans minimalum tapi av spíli. Sjálvt tá eitt tóv verður avbrotið, er stabiliteturin og javnvágin í Storm trollemmunum soleiðis, at teir eru uppi aftur og fiska so skjótt, sum tóvið er aftur í gongd.

Vit hava í tvær sesongir brúkt 11m2 Storm lemmarnar til rækjuveiði við dupultum troli, og royndirnar eru sera positivar. Hesir lemmarnir hava framúr eginleikar í ringum veðri, vánaligum botnviðurskiftum, og tá ið togað verður við lágari ferð. Vit síggja, at Storm lemmarnir halda seg stabilar allan vegin heilt niður til 2-míla ferð. Í stuttum, sera góðir lemmar, og uttan samanbering bestu lemmar til rækjutrol eg nakrantíð havi brúkt”

Pål Roaldsnes, skipari og eigari, Synes

“Eg havi verið skipari síðan 1986 og havi fiskað rækjur og svartkalva síðan 1993. Storm trollemamrnir eru teir bestu, eg nakrantíð havi roynt. Vit fiska tað mesta av árinum á leiðum við havísi, og Storm lemmarnir virka ovurhonds væl á hesum sjóleiðum. Eg eri ógvuliga væl nøgdur við Storm trollemmarnar og viðmæli teir av fullum huga”

Johan Hansen, skipari á Sivulliq
STØDIG VIÐ STORM 2 TROLLEMMUM
AKAMALIK ÚTGJØRDUR VIÐ STORM LEMMUM

Sterkast á marknaðinum

Einki varð spart, tá tað kom til at gera Storm 2 lemmarnar millum teir sterkastu á marknaðinum. Teir eru bygdir við dupultari sveising á hvørjum kanti, alt útført sambært strangar certificeraðar mannagongdir fyri sveising. Hetta hevur givið úrslit. Tann virkna lívslongdin á einum setti av Storm lemmum strekkir seg langt út um, hvat ið vanliga kann roknast við í slíkum høpi. Kundar, sum fyrr væntaðu at noyðast at keypa eitt nýtt sett av lemmum fyri hvørjar 12-15 mánaðir, eru komnir eftir, at tann virkna livitíðin er vorðin umleið tað dupulta, nevniliga umleið 28 mánaðir.

STØDDAR- OG VEKTARMÁT
STØDDVEKT
3,0 m21050
4,0 m21450
5,0 m22100
6,0 m22850
7,0 m23375
8,0 m23900
9,0 m24400
10,0 m24900
11,0 m25450
12,0 m25950
13,0 m26450
14,0 m27000
15,0 m27500
16,0 m27800
ONNUR STØDDAR- OG VEKTARMÁT EFTIR YNSKI

Read more

“Vit hava fiskað fram við tí grønlendsku strondini og eru komin fram á ymiskan havbotn og hava møtt ymiskum avbjóðingum, og eg má siga, at Storm trollemmarnir hava virkað heilt yvirmáta væl á øllum leiðum. Teir hava prógvað sítt virði á økjum við nógvum havísi, hvar ið vit noyðast at toga við lágari ferð, og teir hava eisini víst seg at vera lættar at kasta. Vit eru so nøgdir við teirra avrik, at vit hava longu bílagt eitt nýtt sett sum eyka. Storm lemmarnir hava veruliga roynst betur enn væntað”

Dávur Mohr, skipari á Natarnaaq

Storm 2 lemmarnir hava víst seg at vera máttmiklir, ógvuliga slitsterkir og kraftiga bygdir. Ólíkt okkaru fyrru trollemmum ið máttu skiftast út fyri hvørjar 12 mánaðir, hava vit kunnað brúkt hesar í so mikið sum 31 mánaðir, áðrenn vit umhugsaðu at fáa okkum nýggjar. ĺ roynd og veru gjørdu vit okkara fyrsta smærri viðlíkahald aftan á heilar 24 mánaðir av brúki.”

David Lovie, skipari og eigari, Endevour IV

Onnur úttalilsir


Hesin 3D stillingar manualurin vísir hvussu ymiskar uppsetingar av Vónin Storm trolhurðum ávirka teirra atferð.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram