Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Flyer frá Vónini er ein sera einfaldur lutur at knýta í høvuðlínuna á trolum og gevur eina væl munadyggari uppdrift, enn hvat ið vanlig flot og høvuðlínu drekar megna. Flyer verður krøktur á høvuðlínuna á trolinum umvegis ávís festipunkt, og beinan vegin reiðskapurin byrjar at flyta seg gjøgnum sjógvin, skapar Flyer uppdrift — tess skjótari togað verður, tess størri verður uppdriftin.
Flyer hevur síni egnu innbygdu flótievni við hjálp av tveimum flotum, sum útgera endarnar á eindini við trimum hydrodynamiskum sporkanalum millum báðar síðurnar. Flotini halda Flyer flótandi um ferðin á toginum fer heilt niður í einki soleiðis, at Flyer verður allatíðina hildin burtur frá sjálvum trolinum. Samstundis hjálpir hetta eisini Flyer at rætta seg til, meðan reiðskapurin verður kastaður. Hetta gevur Flyer sín egna stabilitet, og eingin eyka rigging ella stýring krevst. Flyer rættar seg til sjálvvirkandi og skapar uppdrift í mun til ferðina á togingini.
“Eg vil siga, at eg eri nøgdur við, hvussu hetta tólið arbeiðir — Flyer. Umframt at hann veksur um tað vertikala opið á trolinum, hevur Flyer ein positivan virknað í at stabilisera høvuðlínuna og alt trolið, sum tað er. Hetta er ógvuliga gott.”
Dmitry – Chif catch master F/t ”Melkart-3
Nógv meiri effektivt enn flot
Flyer eindin sum heild fyllir somu rúmd á høvuðlínuni á einum troli sum fýra 8-tumma flot, ið geva 12 kg of flótievni, men Flyer skapar munandi størri uppdrift. Við togiferð upp á 2,5 míl, gevur hann 45 kg í uppdrift, vaksandi til 63 kg við 3-míla ferð og 84 kg við 3,5 míl. Við 4 míl er uppdriftin 106 kg, og soleiðis kundu vit hildið fram. Eitt standard Bacalao 630 trol av tí slagnum, sum føroyskir partrolarar brúka, er vanliga riggað við 150 8-tumma flotum, og teoriin er, at í mun til at toga við 3,5-míla ferð skapa vit somu uppdrift við bert seks Flyer eindum.
Flyer kann riggast á ymisk punkt á høvuðlínuni á einum troli fyri at skapa uppdrift og vinna hædd meira munadygt samanborið við, hvat ið fæst við vanligum flotum. Hann kann eisini sita væl á veingjunum ella enntá úti á veingjaendunum, og hann nýtist ikki at verða riggaður beint eftir vatnstreyminum fyri at vera effektivur.
Vónin hevur patent upp á Flyer
Minni dálking av havinum
Vit kunnu eisini hyggja at hesum úr einum umhvørvisligum sjónarmiði, við tað, at trolflot ofta brotna ella verða mist, og plastdálking á havinum er við at gerast ein alsamt vaksandi trupulleiki. Flyer minkar um mongdina av plasti í havinum við, at hann fyllir nógv minni samanborið við eina høvuðlínu spekkað við vanligum trolflotum.
This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.
Privacy Overview
This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.
Strictly Necessary Cookies
Strictly Necessary Cookie should be enabled at all times so that we can save your preferences for cookie settings.
If you disable this cookie, we will not be able to save your preferences. This means that every time you visit this website you will need to enable or disable cookies again.
3rd Party Cookies
This website uses Google Analytics to collect anonymous information such as the number of visitors to the site, and the most popular pages.
Keeping this cookie enabled helps us to improve our website.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!