{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Dømi:

Bacalao 740 rakar beint í mál

Tann norski trolarin Atlantic Viking, við heimstað í Ålesund, hevur havt væl eydnað fiskarí við sínum Bacalao trolum frá Vónini og er farin frá at brúka meir ella minni standard Bacalao 630 trol til eisini at hava tvey Bacalao 740 trol umborð.

Sambært Óla Horn á Vónini, byrjaði tilgongdin undir einum arbeiði í royndartanganum í Hirtshals, har eitt skalamodell av einum troli ment fyri tann nýggja norska frystitrolaran Granit varð royndartogað. Hetta var Bacalao 740, ein víðkað útgáva av 630 trolinum, sum í mong ár hevur verið tann vanligi arbeiðshesturin fyri nógvar trolarar um alt tað norðuratlantiska økið.

“Skipararnir á Granit leitaðu eftir einum størri troli, so vit mentu Bacalao 740 við eini 36 metra fiskilínu í, og nógvir aðrir skiparar vístu áhuga fyri hesum,” segði hann. “Har var eitt nú skiparin á Atlantic Viking, Karl Otto Riisbak, og hansara tveir stýrimenn, sum vóru ógvuliga áhugaðir, bíløgdu sítt nýggja trol í januar [2020] og fingu tað nakrar fáar vikur seinni til tíðina at fara undir upsaveiðu í Norðsjónum.”

Eyka hæddin á høvuðlínuni, sum fekst í hetta trolið samanborið við Bacalao 630, gjørdi veruligan mun, og eitt trol afturat varð bílagt. Bacalao trolini til Atlantic Viking eru í høvuðsheitum gjørd úr Fortis netinum frá Vónini, tó við teimum sektiónum, sum mest sannlíkt kunnu fáa skaða — nevniliga veingirnir og tað fyrsta panelið á bellinum — gjørd úr lætt útskiftiligum standard PE neti.

Væl eydnað í mongum ymiskum fiskiskapi

“Teir fluttu í aðrar fiskileiðir úr Norðsjónum og fóru ávegis til Grølands inn á Havnina fyri at heinta sítt næsta 740 trol til veiðu eftir svartkalva og kongafiski,” segði hann. “Í svartkalvafiskarínum er tað eitt krav millum hálini at reinsa trolini fyri stykkara, so teir brúktu bæði trolsettini — tvey Bacalao 630 trol, sum fóru ein veg og so tey bæði Bacalao 740 trolini mótsattan veg, við merkbart størri nøgd av fiski fangaðum í teimum størru trolunum.”

Av svartkalvaleiðunum fór Atlantic Viking síðan at royna eftir kongafiski aðrastaðni, har teir brúktu bert tað eina av Bacalao 740 trolunum á hørðum botni, og veiddu eisini sína avmarkaðu toskakvotu við sama reiðskapi.

“Teir kláraðu eisini at veiða kvotuna av kongafiski fyri ein annan trolara í Grønlandi, so vit kunnu siga, at hetta trolið hevur klárað seg ógvuliga væl. Tað hevur verið brúkt til upsa, tosk, kongafisk og svartkalva — og hevur ongan skaða fingið annað enn tað vanliga slitið, ið krevur viðlíkahald við jøvnum millumbilum.”

Fiskaðu tá aðrir ikki kundu

“Á upsaveiðuni gjørdi serliga eyka hæddin í høvuðlínuni mun. Trolið togar væl og leggur seg lættliga, har ið skiparin vil hava tað; men teir komu eisini eftir, at tá ið nógvir trolarar eru á somu fiskileið, hevur fiskurin lyndi til at taka seg upp frá botninum. So tann eyka uppdriftin í høvuðlínuni innibar, at teir kundu halda fram at fiska í nakrar dagar, meðan hinir trolararnir máttu fara aðrastaðni at royna.”

Vónin á Instagram