Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Eyðkendu Twister trollemmarnir vóru við sínum effektiviteti eitt frambrot, tá teir komu á marknaðin fyri nøkrum árum síðani. Menningin steðgaði tó ikki har, tí síðani hevur verið arbeitt við at gera trollemmarnar soleiðis at teir kunna stýrast.
Fyrsta stigið var at menna eina stýring, har trollemmarnir halda sama dýpi í sjónum, óansæð hvussu skipið siglir og snarar. Stýringin bleiv roynd í makrelfiskiskapinum hjá Tróndi í Gøtu, og úrslitini vóru sera góð. Trollemmarnir hildu dýpið, ið teir vóru settir til.
Nú er so triðja ættarlið av Twister trollemmum frá Vónini komin á marknaðin. Hesir kunnu stýrast beinleiðis av brúnni, meðan fiskað verður. Til ber at broyta dýpið á lemmunum, meðan teir eru í sjónum. Boðini millum skipið og lemmarnar verða stýrd av eini framkomnari telduskipan, einum modemi, á brúnni. Hetta er eitt frambrot, sum gevur nakrar heilt nýggjar møguleikar.
Tríggjar ymiskar skipanir:
1 / TWISTER MANUELLIR LEMMAR:
Hesir lemmar hava framúrskarandi spreiðikraft, serstakan stabilitet og víðfevnandi fleksibilitet. At stilla spreiðikraftina á lemmunum manuelt er einfalt takkað veri spjellskipanini.
2 / TWISTER HÁLV-AUTOMATISKIR LEMMAR:
Við øllum eginleikunum frá fyrsta stigi, hava hesir lemmar eisini eina virkna stýring, ið loyvir tær at fyrireika eina ávísa dýpd frá brúnni. Hettar ger lemmarnar hálv-automatisktar.
3 / TWISTER FULT STÝRBARIR LEMMAR:
Við eginleikum frá fyrsta og øðrum stigi, gevur hetta framkomna stigið tær fulla stýring av lemmunum við at senda boð beinleiðis frá brúnni til Twister lemmarnar
“Eg eri ovfarin av, hvussu væl teir royndust frá fyrsta degi, uttan stórvegis stillingar. Trollemmarnir varðveittu ásetta dýpið, sjálvt í hørðum streymi inn á síðuna og tá vit snaraðu hart í borðið. Fiskiskapurin gerst meira effektivur, tá trollemmarnir halda rætta dýpið. Tað málið hava vit rokkið. Fyrr kravdi tað nógv arbeiði og uppmerksemi at stýra trollemmunum við at hála og lora trolveir, men nú sleppa vit undan tí. Tað gevur munandi betri møguleikar at hugsavna seg um onnur ting í fiskiskapinum“
Emil Petersen Á Lygnnesi, skipari á Tróndur í Gøtu
Spjell
Flexibiliteturin í Twister lemmunum kemst av teimum fjøltáttaðu spjellunum, sum broyta streymin av vatni, sum fer gjøgnum tey bæði settini av kanalum, har hvør lemmur er útgjørdur við ovari og niðari spjellum. Hetta ger tað møguligt at stilla til størri ella minni spreiðikraft. Tá boðini av brúnni eru farin niður til trollemmarnar, fara spjellini, í gongd. Tey stýra nøgdini av vatnstreyminum gjøgnum táknirnar á lemmunum, so teir antin søkja upp ella niður í sjógvin.
Ein einfald skipan við sveivi ger tað eisini lætt fyri ein einsamallan persón at stilla spjellini, meðan lemmarnir eru á hekkuni. Hetta er ein patenterað (patent-pending) skipan, ið inniber at eingin tørvur er á at flyta sjeklar fyri at stilla upp á lemmarnar.
Spjellini eru eitt lykla element í snildlemma hugtakinum hjá Vónini.
Einastandandi spreiðikraft við minimalari mótstøðu
Twister lemmarnir vórðu tiknir gjøgnum eina harða royndartilgongd fyri at tryggja, at teir gjørdu alt tað, sum útrokningarnar vístu, at teir skuldu gera — og tað gjørdu teir, og skveraðu enn meira enn Tornado lemmarnir. Hesar effektivu nýggju trolhurðar eru serliga sniðgivnar til lága vatnmótstøðu og stóra spreiðikraft, og byggja á og betra somu flow booster meginreglu, sum fyrr hevur virkað so væl. Spreiðikraftin í Twister lemmunum hevur verið prógvað í drúgvum royndum á sjónum sum einastandandi, og lemmarnir skvera út, so skjótt teir koma í vatnið.
CL talið á Twister trolhurðunum upp á 4,39 verður hildið at vera nakað av tí hægsta fyri nakrar lemmar yvirhøvur á marknaðinum, og CL/CD virðið varierar millum 3,16 og 3,60, alt út frá innstillingunum í spjellskipanini og framferðarvinklinum. Innstillingarnar í spjellskipanini hava sera lítla ávirkan á CL/CD tølini fyri lemmarnar, sum merkir, at Twister er lættari at toga, tá ið uppdriftin (CL virðið) verður minkað.
Stabilitetur og flexibilitetur
Skipararnir, ið vóru við til at gjøgnumføra tær drúgvu royndirnar av Twister lemmunum, vóru serliga ovfarnir av stabilitetinum á hesum lemmunum, sum kunnu venda undir tóvi, nakað sum ikki hevði verið møguligt við nøkrum øðrum lemmum. Umframt stabilitetin í Twister lemmunum er flexibiliteturin víðfevnandi. Lemmarnir hava verið brúktir í ymiskum uppsjóvar fiskaríum, frá at royna eftir spjaddum fiski á størri dýpi og til at jaga eftir styggum stimum av skjótt svimjandi makreli nakrar fáar metrar undir vatnskorpuni. Twister trolhurðarnar bjóða upp á eitt vítt umfang av spreiðikraft, alt eftir festipunkti og innstilling av lúkum; tað gevur CL virðir, ið spenna frá 2,65 og allan vegin upp til 4,39. Hesin flexibiliteturin merkir, at Twister lemmarnir hóska til eina røð av ymiskum trolsniðum og -støddum.
Styrki
Twister lemmarnir frá Vónini eru bygdir til at vara. Lemmarnir eru gjørdir úr stáli av høgari dygd og høgari styrki, við fult sveisaðum seymum á øllum samankomingum, og allar sveisimannagongdir eru certificeraðar.
This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.
Strictly Necessary Cookies
Strictly Necessary Cookie should be enabled at all times so that we can save your preferences for cookie settings.
If you disable this cookie, we will not be able to save your preferences. This means that every time you visit this website you will need to enable or disable cookies again.
3rd Party Cookies
This website uses Google Analytics to collect anonymous information such as the number of visitors to the site, and the most popular pages.
Keeping this cookie enabled helps us to improve our website.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!