{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Rækjurist

Skip hava økt teirra veiðu við 30% við at skifta yvir til hesa rækjuristina

Fiskiskip eru á nógvum økjum lógarkravd til at brúka skiljirist, eitt nú tá tey fiska rækjur í Kanada, Grønlandi og Noreg. Vónin hevur sína egnu skiljirist úr plasti til endamálið, og hendan hevur víst seg at vera tann besta av sínum slag. Við vertikalum rimum reistum yvir horisontalar rimar, sleppur einki ígjøgnum skiljiyvirflatuna, og hetta ger skiljingina nærum optimala. Rimar kunnu lættliga skiftast út, um tær t.d. hava fingið skaða ella eru bognaðar. Ramman á ristini er eisini sera stabil og sterk.

Betri gjøgnumstreyming

Summir skiparar kalla ristina eina kollvelting av tí, at hon hevur eina munandi betri gjøgnumstreyming av vatni og veiðievni enn aðrar ristir á marknaðinum. Afturmeldingar frá fiskiskipum siga, at fongurin gerst upp til 30% størri tá hendan rækjuristin verður brúkt. Tað kanadiska skipið m/v Mersey Phoenix setti eina gamla rist í tað eina trolið og hesa rækjuristina í hitt trolið, og tey sóu, at trolið við tí nýggju skiljiristini hevði í hvørjum háli ein størri fong og sortering av rækjum í posanum.

Eisini fyri smærri trolarar

Summir av teimum smærri trolarunum hava tørv á at fáa ristina upp á trumluna. Fyri slík føri hevur Vónin gjørt eina serliga rist, sum er í tveimum sektiónum og kann boyggjast í miðjuni. Afturmeldingarnar frá hesum trolarunum hava verið serstakliga góðar — ristin er løtt at fáa upp á trumluna, og fiskaríið hjá teimum er blivið betri.

Ristin kann framleiðast eftir tínum tørvi, men tær mest brúktu støddirnar eru:
Rima frástøðaStødd á rist
19 mm175 x 240 cm
22 mm175 x 240 cm
22 mm220 x 240 cm

Rækjuristin er perfekt til at skilja frá óynskta hjáveiðu í sambandi við troling eftir rækjum. Skiljiristin hevur eina framúr gjøgnumstreyming av vatni, sum optimerar trolingina. Trolarar hava fingið 30% størri fong aftaná at hava skift yvir til hesa rækjuristina.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram