{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin Flexi rist

Frálíkar skiljieginleikar

Rist til at skilja rundan fisk frá uppsjóvar fiski

Flexi ristin er ein skiljirist til pelagiska fiskiveiðu til at skilja rundfisk frá veiðu av uppsjóvar fiskasløgum. Ristin hevur víst frálíkar skiljieginleikar og er lógarkravd á summum økjum.

Løtt at rulla upp á trumluna

Tann størsti fyrimunurin við Vónin Flexi rist, fyri uttan hennara góðu skiljieginleikar, er tá ið trolini fara uppá nettrumlurnar umborð á fiskiskipinum. Har er púra eingin orsøk til stúran um, at ristin kann fáa skaða, tá hon fer upp á trumluna. Hon leggur seg snøgt og ómakaleyst, tá trolið kemur inn á dekkið, og tú sært lítið til, at ristin er inni í trolinum.

Vónin Flexi rist er framleidd úr sterkum plastrørum við Dyneema tráðið tvørtur ígjøgnum. Hetta ger ristina serstakliga liðiliga at arbeiða við og samstundis sterka.

Tað ber eisini til at forma ristina alt eftir hvørt skap ella hvørja stødd, tú vilt hava. Skiljingin er framúr góð, men tann størsti fyrimunurin við tí ovalu Vónin Flexi ristini er, at tú hevur ongar tvørstengur, og hetta ger tað lætt at fáa ristina inn á dekkið og at rulla hana upp á trumluna.

Sum skipararnir siga: “tú veitst ikki ein gong, at hon er har.”


Svartkjaftur fer lættliga og smidliga gjøgnum Flexi ristina og aftur í posan.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram