Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Vónin Novaja rækjutrolið hevur somu góðu botnkontakt, sum Vónin Kodiak hevur — og avrikar, eins og tess fyrigangari, væl á bleytum havbotni. Trolið krevur lutfalsliga lítið av viðlíkahaldi. Hetta sniðið virkar tó eftir meginreglum um hædd og spreiðing, hvat ið gevur tí meira hædd fyri høvuðlínuna við sama víða opi.
Lítið og einki av skaða og sliti kemur á hetta trolið, og tí krevur tað eisini lítið viðlíkahald. Vónin Novaja hevur framúrskarandi gjøgnumstreyming av vatni, sum eisini minimerar tína oljunýtslu umframt at hjálpa til at fáa rækjurnar trygt og smidliga inn í trolposan. Hetta er eitt rækjutrol við tveimum breidlum og kann brúkast bæði í stak- og marg-riggaðari troling.
Granit togar eitt sett av trimum 3200 meska Novaja trolum gjørd partvís úr Fortis neti, spreidd við 16 fermetra Storm lemmum.