Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Fulmar er eitt fjøllbroytt trol, sum kann nýtast bæði til makrel og sild, og er tí ein frálík loysn, tá kvoturnar eru avmarkaðar. Hetta fjølbroytni merkir, at tú fært mest burturúr hvørjari fiskiferð.
Sniðið á hesum trolinum ger tað møguligt at tóva bæði uppi við vatnskorpuna og á miðjum dýpi, sum gevur tær frælsi at laga teg eftir broyttum umstøðum og fiskasløgum. Við einum miðalstórum belli kann Fulmar togast nóg skjótt til makrel og megnar samstundis at handfara lutfalsliga stórar sildatorvur. Hetta fjølbroytni er avgerandi, tá tú skalt laga teg til ymiskar fiskiumstøður.
Fjøllbroytt trol
Miðalstóran bell
Lætt at tóva
Fiskar lutfalsliga stórar torvur
Meðan fornetið hevur sekskantaðar meskar fyri at minka um mótstøðuna, er samlaða konstruktiónin hjá Fulmar líka haldfør og álítandi sum á øllum trolum frá Vónini. Tú kanst vera vísur í, at tað heldur – og fiskar væl, sjálvt undir teimum harðastu umstøðunum.