{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Alinótir

Til tær harðføru umstøðurnar í Norðuratlantinum

Alinótir av høgari dygd tryggja tín alifisk

Vit hava áratíggju av royndum í at sniðgeva, menna og framleiða nótir fyri alivinnuna. Hetta hevur gjørt okkum før fyri at veita fiskaalarum dygdargóðar og slitsterkar alinótir. Alt frá tilfari til bygnað í nótunum er grundiga umhugsað og áhaldandi ment í tøttum samstarvi við alarar. Okkara alinótasnið eru væl og virðiliga testað til at klára tað harðasta umhvørvið í Norðuratlantinum.

Fyrimunir við alinótunum frá Vónini

Botnurin í nótunum er sniðgivin soleiðis, at deyður fiskur kann lættliga takast frá.

Útsett punkt í nótini verða funnin og styrkt fyri at gera alingina tryggari og minka um fiskarýming.

Sterkur miðringur varir alla livitíðina hjá alinótini, sum merkir minni kostnaður av viðlíkahaldi.

Skjót og løtt at seta út og handfara.

Minni viðlíkahald enn ídnaðarstandard.

Stutt veitingartíð.

Certificerað sambært NS9415 standardir.
Miðringurin varir alla livitíðina hjá alinótini, sum merkir minni kostnaður av viðlíkahald.

Okkara høga framleiðsluorka ger okkum føri fyri at levera innan stuttar tíðarfreistir.

Minimal tódning

Við okkara áhaldandi menningartilgongd og við mest framkomnu og nýggjastu maskinum eru tað eydnast okkum at byggja hádygdar net úr Dyneema og nylon við minimalari tódning. Hetta førir til:

Betri avrik í sjónum.

Minni av umvælingum krevst.

Varir longri.

Passar betur, sum eisini ger tað lættari fyri vaskirobottarnar.

Sløg av neti

Vit bjóða ymisk sløg av netum av høgari dygd alt eftir tørvi hjá alibrúkinum

Dyneema net

Okkara Dyneema alinótir eru av hægstu dygd. Dyneema er eitt ótrúliga sterkt tilfar, sum ger tað møguligt at brúka eitt munandi klænri tráð samanborið við annað tilfar. Hetta hevur fleiri fyrimunir:

  •  Betri gjøgnumstreymur av vatni  í aliringunum, sum ger, at alifiskurin trívist betur.
  •  Minni gróðurfyribyrging og yvirlflatuviðgerð.
  •  Minni gróður, sum merkir minni tørvur á at vaska við robottum, sum aftur merkir minni strongd fyri fiskin.
  •  Heldur forminum betur.
  •  Meira slitsterkt enn nylon.

 

Nylon net

Nylon hevur traditionelt verið mest brúkta slag av neti til alinót.

  • Væl roynt í vinnuni.
  • Kostnaðareffektivt.
  • Lætt at umvæla.

 

HDPE net

HDPE net er væl egnað, tá ið vaskirobottar eru mest brúkti háttur til at reinsa alinótirnar.

  • Tolir væl harðføra vasking.
  • Framúrskarandi slitstyrki.
  • Eingin tørvur á gróðurfyribyrging.
  • Long livitíð og lítið viðlíkahald.
  • Søkka væl.

Eurostone HDPE net

Eurostone HDPE net eru serliga ætlað ímóti ránsdjórum og tilmælt í økjum, har kópur ella onnur ránsdjór eru ein hóttan.

  •                         Halda ránsdjórum burturi.
  •                         Standa væl ímóti skurði, eitt nú hvøssum tonnum.
  •                         Varðveita sínar eginleikar yvir tíð eisini undir vatnskorpuni.
  •                         Eingin oxidatión og tæringur.
  •                         Søkka væl.
  •                         Kunnu endurnýtast.
  •                         Eingin tørvur á gróðurfyribyrging.

 


Design av alinótum

Bylgjuhædd, streymur, veður og botnviðurskifti eru sera ymisk í nógvum økjum, har fiskaaling fer fram, og tí eru krøvini til bestu avrik fyri alinótirnar eisini ymisk.
ĺ stuttum hava vit fýra ymisk snið, men fiskaalarar hava møguleikan at fáa fyrimun av teimum royndum, sum Vónin hevur gjørt sær við skraddaraseymaðum alinótum, bygdar eftir krøvum hjá hvørjum einstøkum alara og teim galdandi umstøðum á aliplássunum.

RUNDAR

SPÍSKAR

SPAGHETTI

KVADRATISKAR


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram