Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Kastinótir
Við teimum stóru royndunum vit hava frá fiskivinnuni, hava vit kunnað gagnnýtt ta vitan, vit hava nomið okkum av at hava framleitt snurpinótir, umframt royndirnar av at hava sniðgivið kastinótir fyri alivinnuna.
Okkara kastinótir eru designaðar fyri munadygd, sum ger tað lættari at taka meir laks upp á styttri tíð.
Kastinótirnar eru gjørdar úr nylon av høgari dygd og sniðgivnar í ymsum støddum fyri at hóska neyvt til støddina á aliringinum.
Vit bjóða tvey sløg av kastinótum:
Kastinótir til at tøma aliringar við
Kastinótir til lúsateljing