{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Rækjutrol

Ein leiðandi framleiðari av rækjutrolum í Norður Atlantshavi

Vónin hevur gjørt rækjutrol síðan 1970ini og er ídag tann leiðandi framleiðarin av rækjutrolum í Norður Atlantshavinum. Rækjutrolini hava verið í støðugari menning gjøgnum árini og verða brúkt víða um ídag.

Rækjutrol frá Vónini verða brúkt á so ymiskum fiskileiðum sum í Barentshavinum, út fyri eystara Russlandi, eystan fyri og vestan fyri Grønland, í Flemish Cap, við Newfoundland og Labrador og aðrastaðni í kanadiskum sjógvi.

Rækjutrolini verða brúkt av smærri trolbátum og allan vegin upp til teir stóru frysti- og verksmiðjutrolararnar. Trolini kunnu brúkast bæði sum einstøk og í dupult- og fleirtrola uppsetingum.



Fyrimunir við Fortis

Fortis netið er ment við einari samanseting av serstakligari styrki og stívleika fyri at geva møguleika til at skalera niður støddir á tvainum á trolreiðskapi. Við at brúka Fortis net hevur tú møguleikan at halda fast við verandi troldimensiónir tó við minni vatnmótstøðu — ella at økja um trolstøddina uttan sum heild at ávirka vatnmótstøðuna. Skjalfestar royndir, sum samanbera trolreiðskap, hava víst, at Fortis net gevur betri vatnstreym gjøgnum reiðskapin, og okkara kundar, ið hava skift yvir til hetta net, siga allir frá betri veiðitølum við Fortis útgerð.

Design

Rækju- og botntrol frá Vónini eru sniðgivin til at hava sera góða botnkontakt og einastandandi gjøgnumstreym.

Handverk

Okkara trol eru kend fyri at vera sera slitsterk og krevja lítið viðvíkahald. Hesir eginleikar snúgva seg um tað dygdargóða handverkið.

Tilfar

Vit leggja alstóran dent á, at einans tað besta tilfarið frá útvaldum veitarum verður partur av einum Vónin troli.


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram