{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin 2024 & 2025

Nýtt snið

Vónin 2024 og Vónin 2025 eru rækjutrol, sum eru ment við denti á at vera bæði einføld og effektiv. Tey eru bygd soleiðis, at tey eru løtt at viðlíkahalda, og tað sparir bæði tíð og kostnað í rakstrinum. Munurin millum tey bæði trolini liggur serliga í skurðinum og vengrunum. Vónin 2024 hevur ein ovara vong og eina bróstlínu, meðan Vónin 2025 hevur tríggjar vengur og ein øðrvísi skurð.

Vónin 2024 trolið hevur ein ovara vong og eina bróstlínu.

Betri hædd og størri breidd

Rækjutrolini eru gjørd breiðari í miðpartinum, sum gevur teimum størri rúmd og betri hædd. Hetta ger, at trolið fevnir um eitt størri øki og hjálpir til at leiða rækjurnar effektivari inn í trolið, sum kann betra um veiðiúrslitið.

Minni oljunýtsla og minni slit

Takkað verið javnvigaðu sniðgevingini eru Vónin 2024 og Vónin 2025 væntandi lættari at toga enn nógv onnur rækjutrol. Tað merkir, at minni orka skal til at toga trolið, sum kann geva lægri oljunýtslu fyri hvørt kilo av rækjum, sum verður veitt.

Samstundis er trolið sniðgivið soleiðis, at slitið á undirnetinum verður minni. Hetta kann leingja um lívstíðina hjá trolinum og minka um tørvin á umvælingum og útskiftingum. Við góðum fiskieginleikum, lágum sliti og minni oljunýtslu eru Vónin 2024 og Vónin 2025 eitt skilagott val til nútímans rækjufiskiskap.

Tvey Vónin 2025 3430 msk trol eru latin Polar Qaasiut
Fýra Vónin 2024 3620 msk trol eru latin Kaassassuk

Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram