Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
STÝRA TROLLEMMUNUM AV BRÚNNI
Eyðkendu Twister trollemmarnir vóru við sínum effektiviteti eitt frambrot, tá teir komu á marknaðin fyri nøkrum árum síðani. Menningin steðgaði tó ikki har, tí síðani hevur verið arbeitt við at gera trollemmarnar soleiðis at teir kunna stýrast. Fyrsta stigið var at stýra trollemmunum, soleiðis at teir varðveittu sama dýpi í sjónum, hóast skipið snarar, ella streymur og annað er, sum órógvar. Avbjóðingin er serliga í makrelfiskiskapi, har fiskað verður heilt uppi í sjónum og trollemmarnir tí mugu standa eini 10-20 metrar undir vatnskorpuni. Snarar skipið við trolinum úti, fer annar lemmurin niðureftir og hin uppeftir, viðhvørt leypur hann upp úr sjónum, og tá fer trolið av lagi.
-Vit mentu eina stýring, har trollemmarnir halda sama dýpi í sjónum, óansæð hvussu skipið siglir og snarar. Stýringin bleiv roynd í makrelfiskiskapinum hjá Tróndi í Gøtu í fjør, og úrslitini vóru sera góð. Trollemmarnir hildu dýpið, ið teir vóru settir til. So nú hava vit prógvað, at tað virkar í makrelfiskiskapi, sigur Óli á Gravarbø, søluleiðari fyri uppsjóvarútgerð hjá Vónini.
Emil Petersen á Lygnnesi, skipari á Tróndi í Gøtu, hevur roynt Twister trollemmarnar síðani 2021. Teir hava roynst sera væl, hava verið stabilir og halda trolinum væl sundur. Hann letur sera væl at royndini við nýggju, hálvautomatisku trollemmunum í makrelfiskiskapinum í fjør:
-Er eri ovfarin av, hvussu væl teir royndust frá fyrsta degi, uttan stórvegis stillingar. Trollemmarnir varðveittu ásetta dýpið, sjálvt í hørðum streymi inn á síðuna og tá vit snaraðu hart í borðið. Fiskiskapurin gerst meira effektivur, tá trollemmarnir halda rætta dýpið. Tað málið hava vit rokkið. Fyrr kravdi tað nógv arbeiði og uppmerksemi at stýra trollemmunum við at hála og lora trolveir, men nú sleppa vit undan tí. Tað gevur munandi betri møguleikar at hugsavna seg um onnur ting í fiskiskapinum, sigur Emil Petersen á Lygnnesi.
Svartkjaftur og sild verða fiskað djúpri, og tá kann eisini vera neyðugt at flyta trolið – og harvið eisini trollemmarnar – upp og niður í sjónum, meðan togað verður. Tí gevur tað ikki meining at læsa trollemmarnar á ávíst dýpi.
-Men kortini valdu vit at hava alla útgerðina sitandi á trollemmunum hjá Tróndi í Gøtu fyri á tann hátt at testa, um hon er nóg robust í longdini. Eftir fiskiskap í eitt ár vita vit, at skipanin er nóg robust, sigur Óli á Gravarbø.
TRIÐJA ÆTTARLIÐ
Stóra málið hevur verið at kunna stýra trollemmunum, beinleiðis av brúnni, meðan fiskað verður. Ber til at broyta dýpið á lemmunum, meðan teir eru í sjónum, ber eisini til at brúka teir í øllum uppsjóvarfiskiskapi.
-Avbjóðingin er at fáa aukustiska signalið niður til lemmarnar og upp aftur á brúnna á skipinum. Tvær sonevndar hydrofonir eru settar á botnin á skipinum, ein í bakborð og ein í stýriborð, og ein hydrofon er sett á hvønn trollemmin. Boðini millum skipið og lemmarnar verða stýrd av eini framkomnari telduskipan, einum modemi, á brúnni. Aftur hesaferð eru royndirnar gjørdar við Tróndi í Gøtu.
Tá boðini av brúnni eru farin niður til trollemmarnar, fara framkomnu stýringarnar á sjálvum Twister lemmunum, tey sonevndu spjellini, í gongd. Tey stýra nøgdini av vatnstreyminum gjøgnum táknirnar á lemmunum, so teir antin søkja upp ella niður í sjógvin.
Tá lemmarnir skulu stýrast, er ynskiligt at hava so lága streymnýtslu sum gjørligt. Elmotorarnir, ið dríva spjellini fáa streym úr battaríum sum eru í einum hylki á lemmunum. Loysnin við spjellunum hevur víst seg at brúka sera lítlan streym, og við royndunum sum eru gjørdar, verða einans brúkt 1-2% av streyminum í battarínum um tíman. Hetta er ein stórur fyrimunur, serliga tá tað til tíðir verður togað í meira enn eitt samdøgur.
Menningararbeiðið fer í stóran mun fram í fyritøkuni Voluventis í Danmark, sum Vónin eigur, og sum eisini hevur sniðgivið sjálvar lemmarnar.
-Tað snýr seg eisini um at finna bestu tøknina og brúka hana rætt. Vit hava funnið góðar samstarvspartnarar í Bretlandi og USA, sum eru serfrøðingar innan ávíkavist hydrofonir og modem, og saman við teimum hava vit tillaga skipanirnar til júst henda tørvin. Eisini hava vit eitt sera tætt samstarv við fyritøkuna Petur Larsen í Fuglafirði, sum tekur sær av uppsetan og viðlíkahaldi av útgerðini, sum fer í lemmarnar, sigur Óli á Gravarbø.
Nýggjastu trollemmarnir eru royndir við Tróndi í Gøtu, tveir túrar í svartkjaftafiskiskapi vestanfyri Írland og í føroyskum sjógvi í apríl 2024. Royndirnar eru somikið góðar, at sølan av álvara er farin ígongd.
GJØGNUMBROT
Áhugin fyri hesum triðja ættarliði av trollemmum er stórur, bæði í Føroyum, Íslandi, Norra og Grønlandi.
-Jú, her er veruliga talan um eitt frambrot. Stýrbaru trollemmarnir geva nakrar heilt nýggjar møguleikar, og nú vilja flestu skipini hava júst hesar trollemmar, sjálvt um teir eru væl dýrari enn trollemmar uttan stýring, sigur Óli á Gravarbø hjá Vónini.
Twister trollemmarnir eru neyvt teir somu, óansæð um skipini keypa teir uttan stýring, hálvautomatiskar ella fult stýrbarar. Munurin er einans sjálv stýringin. Tað hevur tikið fleiri ár at menna stýringarnar til Twister, og Vónin sær stórar møguleikar í nýggju tøknini. Samstundis sum menningararbeiðið er farið fram, hevur Vónin fyrireikað seg so væl sum tilber til tann eftirspurning, ið kann væntast. Tí fyritøkan er sannførd um, at talan er um eina góða og robusta vøru, sum ger fiskiskapin meira effektivan.
-Uppsjóvarkvoturnar kring heimin eru stórar, og skiparar í norðuratlantshavi hava víst okkara trollemmum áhuga. Vit eru til reiðar, so veitingartíðin kann gerast so stutt, og tænastan so góð sum tilber, sigur Óli á Gravarbø.