{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Tænasta

Fyrsta floks tænasta

Við einum nýliga dagførdum nútímans sæti við Norðskála, kunnu vit veita fyrsta floks tænastu, ið nøktar tørvin hjá okkara kundum. Okkara starvsfólk eru roynd; øll fáa rætta upplæring og eru dugnalig í sínum arbeiði. Øll okkara tænasta er útførd eftir strongum leiðreglum og uppfyllir øll krøv hjá heilsumyndugleikunum. Alt tænastuarbeiðið, sum er útint innan aliútgerð, er skrásett í Aqua-logginum hjá Vónini.


Vit eru standby til tænastu 24 tímar um samdøgrið 7 dagar um vikuna.

Tú kanst altíð fáa fatur á okkum á telefon 474 200.


Nótavask

Vit eru útgjørd við nýmótans nótavaskimaskinum, ið kunnu klára sjálvt tær størstu alinótirnar. ĺ tilgongdini verða nótirnar vaskaðar og sóttreinsaðar, áðrenn tær verða koyrdar til umvælingar og viðlíkahald.

Umvælingar og viðlíkahald

ĺ okkara nýggju og nútímans framleiðsluhøll við Norðskála verður umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði útint av okkara royndu starvsfólkum. Allar umvælingar verða gjørdar sambært tann norska NS9415 standardin.

Impregnering og coating

Vit impregnera alinótirnar fyri at minimera gróður og coata fyri at verja nótirnar, tá ið alarin heldur vil vaska í sjónum.

Flutningur

Við okkara lastbilum kunnu vit veita skjótan og munadyggan flutning av aliútgerð.

Á goymslu og skjót levering

Okkara goymslur hava altíð eitt broytt úrval av vørum, og vit kunnu levera sera skjótt.

Aqua-log

Fyri at fylgja fullvegis við útgerðini, skráseta vit alt tænastuarbeiði, sum er útført á aliútgerð í Aqua-logginum hjá Vónini. Sum kundi hjá Vónini fært tú fulla atgongd til Aqua-loggin. Her kanst tú síggja alla hendingaskránna fyri tína útgerð.

Nótahotell

Á okkara nótahotelli við Norðskála átaka vit okkum at goyma tínar alinótir, tá ið tær ikki eru í brúki. Alinótirnar liggja væl vardar á goymsluni og eru skrásettar í Aqua-logginum, soleiðis at tú hevur fult yvirlit yvir tær nótir, sum tú eigur tøkar.


Sølutoymið

Signar Poulsen
Føroyar, Norðskála
Søluleiðari – Aling
Eddie Ennigarð
Føroyar, Norðskála
Framleiðsluleiðari – Aling
Eyðbjørg Lassaberg
Føroyar, Norðskála
Framleiðsluforkvinna – Aling

Vónin á Instagram