{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Vónin Nótir

Tryggja skjótan og effektivan fiskiskap

Nótir av høgari dygd

Krøvini til okkara nótir eru høg samsvarandi tí baldruta havumhvørvinum í Norðuratlantinum, og nótirnar eru eisini væl kendar fyri sína robustu styrki umframt sín stabilitet og førleikan at halda sínum skapi yvir langa tíð. Afturmeldingarnar frá okkara kundum boða frá, at skipararnir eru sera nøgdir við veiðievnini og dygdina í okkara nótum.

Norðborg brúkar lodnunótina frá Vónini

“Vit hava síðan 2014 brúkt hesa Lodnunótina, ið er sniðgivin og framleidd av Vónini, og hon fær míni bestu viðmæli.””

Jón Rasmussen, skipari á Norðborg
Tær tríggjar typurnar av nótunum frá Vónini eru gjørdar til:

Makrel og sild

Lodnu

Upsa

Optimerað snið

Nótirnar hjá Vónini eru sniðgivnar til at tryggja, at fiskurin kemur smidliga í posan. Hetta er gjørt við, at nótin hevur tær røttu fellingarnar, og so at tað ikki stendur skeivt á netinum. Um tað stendur skeivt á netinum, kann tað lættliga føra til skaða á nótina, og at fiskur verður mistur.

Skjótt søkkandi grunnur

Grunnurin er designaður til at søkka skjótt. Tá tú ert liðugur at kasta nótina, er grunnurin longu komin niður á mesta dýpi, og tú kanst beinanvegin byrja at snurpa, og soleiðis verður bíðitíðin sum minst, og møguleikin fyri at fiskurin sleppur verður tað minni. Hetta merkir meira effektivt fiskarí.

“Hon er ógvuliga smidlig at kasta og snurpa, og vit fáa ongantíð lummar av fiski úti í netinum, sjálvt tá vit hava rokfiskarí. Hetta er ein ógvuliga sterk nót, og hon fiskar væl.”

Jón Rasmussen, Skipari á Norðborg


ĺ byrjanini av hvørjum ári fer Norðborg í íslendskan sjógv at fiska lodnu við nót. Síggj hesa frálíku dronuvideo, sum ein av manningini filmaði.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram