{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Krabba- og goggurúsur

Framleiddar av serkønum

Tillagaðar eftir ynskjum fiskimanna

Fulltíðar fiskimenn seta høg krøv til sín reiðskap, og tí leggja vit stóran dent á at framleiða krabba- og goggurúsur av høgari dygd, sum kunnu liva upp til tey krøvini. Vit hava serkøn fólk við royndum gjøgnum áratíggju og hava gjøgnum tíðina framleitt túsundtals krabba- og goggurúsur til útflutnings kring allan heim.

Krabbarúsur
Goggurúsur

Góðar afturmeldingar

Afturmeldingarnar hava verið sera positivar við væl nøgdum kundum, sum eru komnir aftur og aftur. ĺ afturmeldingunum verður sagt, at hesar krabba- og goggurúsur vara og tryggja munadygga veiðu.

Rúsur av høgari dygd

Okkara krabbarúsur og goggurúsur eru gjørdar úr tilfari av fínastu dygd, ið finnist á marknaðinum, frá serliga útvaldum veitarum av kanadiskum hádygdar stáli , PE neti og sterkum traktum. Rúsurnar eru tillagaðar eftir tørvi og krøvum frá okkara kundum. Krabbarúsurnar eru útgjørdar við teimum kravdu rýmingar mekanismunum.

Standard ella serlig stødd

Vit kunnu veita rúsurnar í okkara standard støddum ella í serligum støddum.

Okkara standard krabbarúsur eru 50 tummar í botninum, 27 tummar í toppinum, og 23 tummar høgar.

Og okkara standard goggurúsur eru 38,5 tummar í botninum, 12 tummar í toppinum, og 17 tummar høgar..

Vit hava eisini eyka rammur, hylki, traktir, rýmingar mekanismur, og agnposar.


Aðrar vørur


Sølutoymið

Dean Bartlett
Kanada, Port-de-Grave
Production Manager

Vónin á Instagram