Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Ber til at gera eitt trol, sum er størri og fiskar betri, uttan at vera tyngri? Vónin fann loysnina við at gera tveir bellar í sama trol, sum við sínum stóra gapi fiskar líka so væl sum tvey trol, og harumframt sparir skipinum 15-20 prosent av oljuni.
Skal tú veksa gapið á einum troli, so er vanliga avleiðingin, at bellurin gerst bæði longri og tyngri. Tí størri gap gevur breiðari trol, og tað røkkur aftur í bellin, ið er stykkið, sum kann sammetast við eina trakt frá sjálvum trolinum aftur í trolposan.
-Men vit funnu so uppá at býta bellin í tvey. Gjørdu tveir bellar við síðuna av hvørjum øðrum, og soleiðis bar til at stytta bellin munandi, greiðir Søren Havmand frá.
Sambært søluleiðaranum fyri botn- og rækjutrol byrjaði alt við einum fyrispurningi frá norskum rækjuskipi, sum ynskti at kunna fiska líka nógv við tveimum trolum, sum onnur fiskaðu við trimum. Til tað kravdist eitt størri trol, sum tó ikki var tyngri at arbeiða við. Og tað er út frá hesum fyrispurningi, at Vónin fór at menna eitt rækjutrol við tveimum bellum.
Fyrstu royndirnar vóru góðar, bæði í simulatorinum og í framkomna royndarbrunninum hjá Sintef í Hirtshals. Men tá Vónin skuldi gera eitt veruligt rækjutrol til hetta skipið at fiska við, var vertíðin av og bíleggingin bleiv útsett.
Botntrol til Barentshavið
mborð á norska trolaranum Atlantic Star, sum fiskar botnfisk í Barentshavinum, var tó stórur áhugi fyri hesum øðrvísi troli. Kundi sama prinsipp brúkast til teirra fiskiskap? Svarið vísti seg at vera ja, og Atlantic Star gjørdist fyrsta skipið, ið royndi eitt slíkt trol, sum síðan hevur fingið navnið Infigo.
Søren Havmand samanber støðuna hjá skipinum, áðrenn og aftaná. Vanliga fiskaði skipið við tveimum 630 meska’trolum. Men í dag fiskar tað við einum 920 meska-troli við tveimum bellum. Skipið fiskar tað sama, serliga tí gapið á nýggja trolinum er líka so stórt sum gapið á tveimum av teimum gomlu trolunum. Í staðin fyri 80 metrar av belli er bellurin nú 40 metrar, og 1000 kilo av neti er minkað niður í umleið 650 kilo. Við gamla trolinum brúkti skipið vanliga umleið 590 litrar av olju um tíman, men nú er nýtslan umleið 480 litrar um tíman.
-Fyrimunirnir eru nógvir. Umframt at trolið gapar munandi meira, so ger dupultbellurin, at trolið hevur munandi lættari við at slúka bæði fisk og sjógv. Dupultbellurin ger eisini, at trolið hevur tvær ristir og tveir posar, og tað eigur at bøta um góðskuna á fiskinum, sigur Søren Havmand.
Fyrstu trolini seld
Góðu royndirnar hjá norska trolaranum hava kveikt áhugan fyri hesum troli millum onnur skip. Vónin hevur selt tvey slík trol til grønlendskar trolarar, og fyrsta trolið er eisini selt einum av føroysku barentshavstrolarunum. Øll trý trol verða latin skipunum í mai mánað.
-Nú verður spennandi at síggja, hvussu trolini fara at roynast, bæði í Barentshavinum og í grønlendskum sjógvi, har tey seinni skulu brúkast í svartkalvafiskiskapi, sigur Søren Havmand.
Komandi tíðin vil vísa, um tað ber til at fiska tað sama við einum troli sum við tveimum trolum, og samstundis spara munandi nøgdir av olju. Seinni í summar fer Vónin at gera fyrsta, veruliga rækjutrolið eftir sama prinsippi, tað vil siga við tveimum bellum.
-Tá verður fyrsta málið at fáa eitt rækjuskip við tveimum av hesum trolum at fiska tað sama, sum tey annars hava fiskað við trimum trolum, sigur Søren Havmand.
Nýggju trolini verða gjørd á deildini hjá Vónini í Tórshavn.
This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.
Privacy Overview
This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.
Strictly Necessary Cookies
Strictly Necessary Cookie should be enabled at all times so that we can save your preferences for cookie settings.
If you disable this cookie, we will not be able to save your preferences. This means that every time you visit this website you will need to enable or disable cookies again.
3rd Party Cookies
This website uses Google Analytics to collect anonymous information such as the number of visitors to the site, and the most popular pages.
Keeping this cookie enabled helps us to improve our website.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!