{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Falcon fangar makrelin

Broytta ferðingarmynstrið hjá makrelinum krevur nýggj og lættari trol, ið ger tað møguligt hjá skipunum at toga við hægri ferð.

Makrelfiskiskapurin í føroyskum sjógvi og altjóða sjógvi norðanfyri hevur tey seinastu árini havt lyndi til at broytast og kom hendan broytingin serliga til sjóndar í fjør. Frá at hava staðið í sera stórum torvum, stóð makrelurin munandi meira spjaddur og var í smáum torvum.

-Áður snúi tað seg um at hava stór trol við langum og víðum bellum, ið kundu svølgja stóru hálini. Men í fjør vóru hesi trolini ov stór og tung at fiska við, tí stóru stimarnir vóru ikki har meira, staðfestir Frederik Hansen, søluleiðari fyri uppsjóvarútgerð hjá Vónini.

-Áður snúi tað seg um at hava stór trol við langum og víðum bellum, ið kundu svølgja stóru hálini. Men í fjør vóru hesi trolini ov stór og tung at fiska við, tí stóru stimarnir vóru ikki har meira, staðfestir Frederik Hansen, søluleiðari fyri uppsjóvarútgerð hjá Vónini.

Grønlendskir trolarar hava síðstu árini fiskað makrel við munandi minni og lættari trolum. Fornetið hevur verið stórt, men smámeskaða trolið og bellurin hava verið væl minni enn trolini, ið føroysk skip hava brúkt. Og tá Norðborg hevur fiskað burturav grønlendskari makrelkvotu, hava tey eisini brúkt líknandi trol.

Støðan í fjør fekk Vónina at taka makreltrolið, sum vanliga er selt til grønlendsk skip, og laga tað til føroysku skipini at brúka. Bellurin bleiv styttur og smalkaður. Og fyri at gera trolið enn lættari, bleiv capto-tilfar brúkt heilt aftur ímóti bellinum. Talan er um dýrari tilfar, men tað er bæði lættari, glattari og sterkari.

-Høvuðsmunurin er, at við hesum trolinum ber til at toga nógv skjótari. Hetta trolið klára skipini at toga við 5,5 míla ferð, tá tey skulu jagstra makrelin. Gomlu trolini kravdu munandi størri maskinorku fyri at fáa neyðugu ferðina, sigur Frederik Hansen.

Makreltrolið Vónin Falcon í royndarbrunninum hjá Sintef

Netið fram í spíss

Ein avbjóðing, tá makrelurin stendur spjaddur í sjónum, er at reka hann inn í trolið og aftur í posan. Sum eina roynd hevur Vónin roynt at skifta breidlarnar út við net. Ítøkiliga eru teir 80 metrarnir av breidlum, frá trollemmunum aftur til fornetið, tiknir burtur. Í staðin ganga høvuðlínan og fiskilína á trolinum heilt fram til lemmarnar

Borgarin hevur fiska sera væl við Falcon + trolinum

-Jú, tað var ein ávís skepsis millum skipini, nú vit valdu at seta net heilt fram í trollemmarnar. Summi hildu tað vera truplari at arbeiða við, men tað vísir seg at vera arbeiðsligt og tað fiskar eisini væl, sigur Frederik Hansen og sipar til fyrstu royndirnar, ið Borgarin gjørdi við hesum serliga makreltroli í fjør.

Makreltrolið við neti fram í trollemmarnar er eitt lítið sindur tyngri at toga, men sambært søluleiðaranum hjá Vónini er framvegis talan um eitt lætt trol.

“Eg havi bara gott at bera hesum trolinum, tað er lætt at toga og fiskar væl. Vit
hava ongar trupuleikar havt, tvørtur ímóti, tað nýggja trolið fiskar munandi betri”

John Leif Joensen, skipari á Borgaranum

Ein triðja broyting, ið Vónin hevur gjørt við makreltrolinum, er at breiðka fornetið. Tað er tveir meskar breiðari, og eru hesir tiknir burtúr úr hæddini. Simuleringar, bæði á teldu og í royndarbrunninum, vísa at trolið stendur væl við hesi broyting.

-Eg vil siga, at hesi nýggju trolini, ið vit hava valt at nevna Falcon og Falcon+, eru serliga sniðgivin til makrelfiskiskap í føroyskum og altjóða sjógvi norðanfyri. Tað er eitt lætt trol, sum skipini kunnu toga skjótt, heilt uppi í sjónum, sigur Frederik Hansen. Nú vertíðin fyri makrelfiskiskap nærkast, bendir alt á, at skipini fara eftir makrelinum á sama hátt sum í fjør, nevniliga við smærri og lættari trolum enn undanfarin ár.

Vónin á Instagram