Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur

Vónin 2024 og Vónin 2025 eru rækjutrol, sum eru ment við denti á at vera bæði einføld og effektiv. Tey eru bygd soleiðis, at tey eru løtt at viðlíkahalda, og tað sparir bæði tíð og kostnað í rakstrinum. Munurin millum tey bæði trolini liggur serliga í skurðinum og vengrunum. Vónin 2024 hevur ein ovara vong og eina bróstlínu, meðan Vónin 2025 hevur tríggjar vengur og ein øðrvísi skurð.

Rækjutrolini eru gjørd breiðari í miðpartinum, sum gevur teimum størri rúmd og betri hædd. Hetta ger, at trolið fevnir um eitt størri øki og hjálpir til at leiða rækjurnar effektivari inn í trolið, sum kann betra um veiðiúrslitið.
Einfaldari sniðgeving – lættari at viðlíkahalda
Størri fiskibreidd
Breiðari í miðpartinum
Minni slit á undirnetinum
Væntandi lættari at toga
Mini oljunýtsla og minni slit
Takkað verið javnvigaðu sniðgevingini eru Vónin 2024 og Vónin 2025 væntandi lættari at toga enn nógv onnur rækjutrol. Tað merkir, at minni orka skal til at toga trolið, sum kann geva lægri oljunýtslu fyri hvørt kilo av rækjum, sum verður veitt.
Samstundis er trolið sniðgivið soleiðis, at slitið á undirnetinum verður minni. Hetta kann leingja um lívstíðina hjá trolinum og minka um tørvin á umvælingum og útskiftingum. Við góðum fiskieginleikum, lágum sliti og minni oljunýtslu eru Vónin 2024 og Vónin 2025 eitt skilagott val til nútímans rækjufiskiskap.




