Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur

Twister lemmarnir frá Vónini kunnu stýrast fult og heilt við hjálp av akustiskum signalum, meðan fiskað verður. Til ber hjá skiparanum at broyta dýpið á lemmunum beinleiðis frá brúnni, meðan teir eru í sjónum. Hendan framkomna skipan er nú blivin enn betri. Næsta ættarlið av Twister er einfaldari, skjótari og effektivari.
Ein av mest týðandi betringunum í nýggju skipanini er ein endurhugsan av stýrieindini. Upprunaliga stýringin og modemið vigaðu umleið 49 kilo, meðan nýggja stýringin og modemið viga bert 2 kilo. Munandi minkingin í stødd og vekt ger uppsetanina nógv einfaldari og lættir um atgongdina til viðlíkahald. Hartil hevur skipanin betri samskifti og skjótari svarstíðir, sum aftur geva neyvari stýring av lemmunum og tryggja eina enn smidligari og effektivari veiðu.
Kjarnusniðið av Twister var longu eitt frambrot við patenteraða flow boostaranum og lúkuskipanini, áðrenn lemmarnir vóru gjørdir stýrbarir. Twister lemmarnir fóru ígjøgnum eina umfatandi og krevjandi royndarskipan fyri at tryggja, at teir livdu upp til allar tær væntanir, sum útrokningarnar vístu. Úrslitini váttaðu, at lemmarnir stóðu mát við allar metingarnar. CL talið á Twister trolhurðunum upp á 4,39 verður hildið at vera nakað av tí hægsta fyri nakrar lemmar yvirhøvur á marknaðinum, og CL/CD virðið varierar millum 3,16 og 3,60, alt út frá innstillingunum í spjellskipanini og framferðarvinklinum. Innstillingarnar í spjellskipanini hava sera lítla ávirkan á CL/CD tølini fyri lemmarnar, sum merkir, at Twister er lættari at toga, tá ið uppdriftin (CL virðið) verður minkað.


Flexibiliteturin í Twister lemmunum kemst av teimum fjøltáttaðu spjellunum, sum broyta streymin av vatni, sum fer gjøgnum tey bæði settini av kanalum, har hvør lemmur er útgjørdur við ovari og niðari spjellum. Hetta ger tað møguligt at stilla til størri ella minni spreiðikraft. Tá boðini av brúnni eru farin niður til trollemmarnar, fara spjellini, í gongd. Tey stýra nøgdini av vatnstreyminum gjøgnum táknirnar á lemmunum, so teir antin søkja upp ella niður í sjógvin. Spjellini eru eitt lykla element í stýrbaru lemmunum hjá Vónini.

Við meira enn 50 seldum settum, sum í dag eru í rakstri umborð á mongum fiskiskipum, er Twister ein væl roynd og prógvað tøkni, ið sameinir nýskapan, burðardygd og effektivitet. Hetta hevur verið við til at seta ein nýggjan standard fyri framkomnar trollemmar.
Hóast vit eru errin av tí menning, sum Twister hevur havt, meta vit ongantíð, at arbeiðið er liðugt. Støðug menning og áhaldandi betringar eru ein natúrligur partur av okkara arbeiðshátti. Tí arbeiða vit alla tíðina við at menna og fínslípa okkara loysnir, so fiskiskapur verður enn einfaldari, meira effektivur og meira lønandi fyri okkara kundar.
| STØDD | VEKT |
|---|---|
| 6,0 m2 | 2100 |
| 7,0 m2 | 2475 |
| 8,0 m2 | 2850 |
| 9,0 m2 | 3250 |
| 10,0 m2 | 3650 |
| 11,0 m2 | 3975 |
| 12,0 m2 | 4300 |
| 13,0 m2 | 4700 |



