{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

ECOFIVE FISKAR VIÐ FÝRA RÆKJUTROLUM FRÁ VÓNINI

Nógv eygu í fiskivinnuni eru vend móti norska nýbygninginum Ecofive, sum er ímynd av nýhugsan í fiskivinnuni og longu hevur vunnið virðislønir. Í summar fer trolarin til rækjufiskiskap við útgerð frá Vónini.

Signalvirðið í sjálvum navninum á skipinum er greitt. Ecofive. Ein stytting fyri Eco-Friendly Fishing Vessel. 72 metrar langa skipið verður av mongum mett at vera ein ímynd av nýhugsan, bæði tá talan er um handfaring av fiski og atliti til umhvørvi. Í fjør vann Ecofive norska Innovatiónsprísin, har grundgevingin var slóðbrótandi tøknin, sum verður brúkt.

Fiskurin kemur ongantíð á troldekkið, hann verður førdur livandi úr sjónum inn í vatntangar undir vatnskorpuni, haðani hann síðani verður førdur inn á verksmiðjuna og virkaður í einum jøvnum streymi. Málið er at betra um góðskuna á hvørjum einstøkum fiski, sum tí ikki skal kroystast í tungum trolposum á dekkinum. Og so er skipið bygt til at vera so orkusparandi sum tilber, eitt nú við hybrid tøkni, battarískipanum, serligum sniði á skrokkinum og tveimum skrúvum.

3D tekning av Ecofive

3D tekning av Ecofive

Vónin hevur samstarvað við Tore Roaldsnes síðani 2016, tá hann keypti rækjutrol til Langenes og Stornes. Seinni hevur Vónin eisini latið útgerð til Ishavet hjá reiðarínum. Í februar 2022 varð Vónin bjóðað til framløgu um Ecofive.

Ecofive skal fiska botnfisk og rækjur, og í rækjufiskiskapinum skal fiskast við fýra trolum í senn. Tað hevur Vónin ikki roynt áður.

Vónin hevur mangan veitt trol til skip, sum royna við trimum trolum.
Ecofive verður tó fyrsta skip, sum skal trola við fýra Novaja trolum.

Tey fýra trolini eru 3200 meskar stór Vónin Novaja, hvørt trolið spreiðir umleið 70 metrar, og spílið millum uttastu lemmarnar verður umleið 320 metrar. Tað eru umleið 100 metrar meira, enn tá fiskað verður við trimum trolum, fiskiarealið er tí sera stórt. Partur av trolunum eru Fortis, sum er klænt og lætt dynema net, og rundan um ristirnar er sera stert, knútaleyst net. Og hartil skulu trolini gerast soleiðis, at posin kann loysast frá, áðrenn hann kemur upp á dekkið.

Ecofive hevur fingið nógva umrøðu, bæði í Norra og kring heimin annars, og nógv eygu fylgja við, nú nýbygningurin fer til fiskiskap.

Avtalan við Bluewild er, at útgerðin frá Vónini verður latin í Ålesund, og fólk frá Vónini fara eisini at hjálpa manningini á Ecofive at rigga hetta framtíðar skip til fiskiskap.

Óli Horn, søluleiðari, botn- og rækjutrol

Vónin á Instagram

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.