{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Tarajoq, hevur trý ymisk trol frá Vónini

Mánadagin 22. November, kom nýbygda grønlendska havrannsóknarskipið, Tarajoq á Skálafjørðin. Ymisk smáarbeiði skulu gerast í Føroyum, áðrenn teir seta kós móti Grønlandi í januar mánaði.
Skipið er bygt í Spania, er 61,4 metrar langt, 16,3 metrar breitt og er 2896 brutto tons. Motorurin er ein MAN, sum saman við ljósmotorinum gevur 3700 kw. á skrúvuna. Skipið er serútgjørt til havrannsóknir í grønlendskum sjógvi, er ísstyrkt og er eitt av best útgjørdu skipum í heiminum, av sínum slagi. Harafturat kann tað trola niður á 2300 metrar ella djypri.

Rúni Niclasen, skipari á Tarajoq

Tarajoq hevur trý ymisk trol frá Vónini umborð
Trola eftir ymiskum fiskasløgum

Hóast Tarajoq skal gera ymiskar royndir og á ymiskum støðum, so verða tað nøkur fiskasløg, sum skipið fer at nýta mest tíð og orku uppá at kanna. Tað eru rækjur, toskur og svartkalvi, sum er sokallaður botnfiskur, og so sild, makrelur og lodna, sum er sokallaður pelagiskur fiskur.
Fyri at Tarajoq kann gera kanningar eftir áðurnevndu fiskasløgum, má hann hava trol, sum eru gjørd til uppgávurnar. Tí hevur Tarajoq trý ymisk trol umborð, sum teir hava keypt frá trolvirkinum Vónini.

Góð trol

Tað er hvørki av tilvild ella, tí tey eru bíligast, at vit hava keypt øll trolini frá Vónini. Orsøkin er tann, at vit hava góðar royndir við hesum trolunum og so eru tey væl gjørd og halda tí leingi. Tað sigur skiparin á Tarajoq, Rúni Niclasen.

Eg havi fiskað við trolum frá Vónini bæði við Grønland, Norra, í Barentshavinum og við Føroyar. Allastaðni hava tey roynst væl. Harafturat veitir Vónin góða tænastu til kundarnar. At fáa neyðuga útgerð ella ráðgeving skjótt og væl, er sera týðandi fyri fiskiskip, tí hvør tími telur, sigur Rúni Niclasen.

Vónin ynskir Grønlands Naturinstitut til lukku og góða eydnu við Tarajoq.


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram