{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Stuðul

Vónin er ein virkin partur av føroyska samfelagnum, og tí vilja vit fegin stuðla átøkum og verkætlanum, sum skapa virði, trivnað og felagsskap í nærumhvørvinum. Vit stuðla átøkum sum styrkja trivnað, samanhald, heilsu, ítrótt og mentan.

Vit stuðla ikki politisk endamál, námsferðir hjá skúlaflokkum, lutaseðlar og skav&vinn og verkætlanir uttanlands. Vit stuðla ikki bóka- ella tónleikaframleiðsu, tó at vit í serligum førum kunnu játta keyp av avmarkaðari mongd av útgávu. Reiður peningur verður ikki latin.

Krav til umsóknir

Fyri at umsóknin kann viðgerast, skal hon vera skrivlig. Umsøkjarin skal greiða frá tiltakinum ella verkætlanini og ynski um stuðul frá Vónini, og hvat hesin skal nýtast til. Munnligar umsóknir verða ikki viðgjørdar og vit viðgera heldur ikki umsóknir til tiltøk við stuttum skotbrái.

Umsóknir verða vanligar viðgjørdar 6. hvørja viku. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn

Vónin á Instagram

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.