Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Ætlanin við tiltakinum er at vísa og royna nøkur av okkara væl royndu trolum samstundis, sum vit vísa nýggj trolsnið, ið vit arbeiða við. Hetta verður ein møguleiki at síggja, hvat rørir seg og hava ávirkan á okkara framtíðar fiskireiðskap.
Tiltakið verður í North Sea Flume Tank í Hirtshals tann 29. oktober
Sig okkum hvat tú ynskir at síggja. Vit seta stóran prís uppá tína meining og vilja gjarna hoyra, hvat tú heldur er mest spennandi at síggja í royndarbrunninum. Niðanfyri eru nøkur av teimum trolum/reiðskapi, sum vit halda eru áhugaverd, men skriva tína meining í feltið niðast, tá tú meldar teg til.
Flutningur: Gestirnir hava sjálvir ábyrgd fyri at koma til Hirtshals.
Uppihald: Vit búgva á Montra Skaga Hotel og Vónin rindar fyri hoteluppihaldið.
Samankoma: Vit møtast á Montra Skaga Hotel í Hirtshals um kvøldið mánadagin 28. oktober.
Tiltakið byrjar: Vit byrja í royndarbrunninum kl. 9:00 um morgunin týsdagin 29. oktober og enda umleið kl. 16:00.
Døgurði: Kl. 19:00 týskvøldið 29. oktober bjóðar Vónin til ein góðan døgurða frammanfyri stóra akvariuminum í Nordsøen Oceanarium.
Heimferð: Bussur koyrir úr Hirtshals til Aalborg tann 30. oktober kl. 8:00 um morgunin.
Hetta er eitt tiltak fyri innbodnum gestum, og tað er avmarkað pláss, so vinarliga tryggja títt pláss skjótast gjørligt við at melda teg til niðanfyri.