{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Norska uppsjóvarskipið Storeknut hevur fiskað við einum pari av fult stýrandi Twister-lemmunum frá Vónini, og skiparin Tor Magne Drønen sigur, at eftir at hava roynt hesar, er tað ikki lætt at fara aftur til vanligar lemmar.

‘Vit hava fiskað við Twister-lemmum í umleið fimm ár. Fyrst við “vanligu” lemmunum, sum máttu stillast rætt áðrenn vit skuldu skjóta. Í mai í ár fingu vit nýggjar, fult stýrandi lemmar,’ segði hann.

Hetta hevur gjørt stóran mun, heldur hann. Fiskiskapurin er betri, tí teir stýrandi lemmarnir halda útgerðina javnt opna gjøgnum alla trolingina, so trolið fiskar eisini væl í vendingum.

Brúka minni brennievni

‘Um vit tóku eina vending við teimum manuellu lemmunum, fall ein lemmur 30 ella 40 metrar. Útgerðin kundi detta saman og fiskaði ikki,’ greiddi hann frá.

‘Nú kunnu vit stilla lemmarnar til ta dýpi sum krevst, og teir verða har. Hetta er serliga hent, tá vit fiska høgt í vatninum og við høvuðlínuni beint á vatnskorpuni. Trolið liggur støðugt og opnar sera væl. Vit hava eisini sæð, at vit brúka minni orku og minni brennievni við hesum lemmunum. Tú stillar bara lemmarnar á skipanini, heldur enn at koyra upp og niður alla tíðina,’ greiddi hann frá.

‘Tað er sum at hava meira kraft í maskinrúminum – uttan at gjalda fyri tað. Hetta broytir allar spælireglurnar.’

Storeknut hevur fiskað við automatisku Twister-lemmunum í summar eftir sild í Norðsjónum – men nú er fokus á makrel, og tað merkir skifti til kraftblokkanót.

‘Hetta er orsakað av betri prísum, vit fáa fyri makrel, sum er fiskaður við kraftblokkanót. Vit fara aftur at trola við Twister-lemmunum eftir sild í Norðsjónum, og næsta ár fara vit at brúka teir til fiskiskap eftir svartkjafti.’

Storeknut fiskar við 1200- og 1600-metra troli til sild og makrel, men svartkjaftatrol er eisini umborð. 11m² Twister-lemmarnir laga seg væl til allar hesar trolútgerðir, og broytingar kunnu gerast undir einum háli. Við gomlu lemmunum mátti hetta gerast manuelt millum hálini.

Skjót tænasta og lætt at brúka

‘Teir eru sera lættir at brúka. Vit stilla djúpdina, sum vit hava tørv á, og teir verða har. Hetta er sera hent, tá vit fiska á vatnskorpuni, og tá vit arbeiða nær botninum. Um tú sært fiskamerki á sonar, so kunnu lemmarnir stillast til at lyfta ella lækka útgerðina, og teir reagera sera skjótt uttan at missa opning, tá tú ert noyddur at venda,’ segði hann, og nevndi, at teir bert eina ferð hava havt ein lítlan trupulleika við skipanini, og teknikarar frá Vónini fingu lemmarnar umvældar og aftur til sjós dagin eftir.

‘Tað er sera skjót tænasta,’ segði hann.

‘Eftir at hava brúkt hesar fult automatiseraðu lemmarnar, er tað sera trupult at fara aftur til lemmar uttan stýring. So um har er ein trupulleiki, vil tú hava hann loystan beinanvegin. Roynir tú hesar lemmarnar eina ferð – ert tú seldur.’

Vónin á Instagram

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.