{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Fiskar makrelin við Falcon og Twister

Uppsjóvarskipið “Tummas T” hevur gjørt ein skjótan og góðan makreltúr í føroyskum sjógvi við útgerð frá Vónini.

Eftir minni enn tveimum døgnum fingu teir 1000 tons av fyrsta floks makreli – miðalvektin á fiskinum er 520 gramm. “Tummas T” brúkar eitt 1680m Vónin FALCON trol til hendan fiskiskapin, og trolið er sera væl egnað at toga við í vatnskorpuni.

Haraftrat hava teir keypt teir sera vælumtóktu Twister lemmarnar við semi-automatiskari stýring. Teir eru 10m2. Sambært skiparanum Virgari Fagraklett hava lemmarnir gjørt sítt til at møguligt er at fáa fisk í trolið so at siga alla tíðina, meðan togað verður. Hann sigur, at tað gongur væl skjótari at fáa í, tá fiskur er at fáa, í mun til í fjør, tá teir ikki høvdu stýrbarar Twister lemmar.

Twister snildlemmar
Nýggir Twister lemmar umborð á Tummas T
Uppisjóvarskipið Tummas T

Við at seta eitt fast dýpið á lemmarnar – t.d. 15 metrar – áðrenn skotið verður av, ger at skiparin einans skal hugsa um at raka stiman – lemmarnir skulu nokk halda dýpið!

Tað eru eftirhondini nógv skip, ið hava ognað sær Twister lemmar. Bara seinastu tveir mánaðirnar hevur Vónin leverað fleiri sett í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Norra.

Vónin á Instagram

This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.