Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Tvær alinótir úr endurnýttum nylon eru nú tiknar í brúk hjá norsku alifyritøkuni Grieg Seafood. Hetta er eitt úrslit av verkætlanini Circular Fish Farming Nets (CFFN), sum staðfestir, at tað ber til at endurnýta dygdar nylon úr gomlum nótum.
Verkætlanin er framd í samstarvi við Hampiðjan herundir Vónin samtakið, Nofir, Akva Group, Aquafil og Grieg Seafood. Serliga er tað Vónin deildirnar í Norra og Litava, sum hava brúkt sínar royndir innan framleiðslu og montering av aliútgerð til at fullføra hesa verkætlan.
Hetta hevur týdning, tí nylon er nógv brúkt innan fiski- og alivinnuna. Vanliga hevur tað ikki verið gjørligt, at endurnýta nylon úr alinótum, tí tað hevur verið ov dálkað ella ov veikt. Við nýggjastu tøknini verður nylon endurvunnið til ECONYL®, sum er nylon av høgari góðsku.
Henda verkætlan er enn ein liður hjá Vónini í at gera fiski- og alivinnu meira burðardygga og umhvørvisvinarliga.