{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Tann gløggi Twister

Næsta ættarliðið av trollemmum frá Vónini dugir at hugsa, hvussu skipið siglir og trolið fiskar. Framkomnir sensorar tryggja, at trollemmarnir altíð hava rætta skverið og røttu hæddina í sjónum.

Tróndur Í Gøtu við Twister lemmum

Twister er ein víðarimenning av Tornado, sum Vónin hevur selt síðani 2016. Hesin trollemmurin til uppsjóvarfiskiskap er hægri og smalri, lutfallið millum hædd og breidd er farið frá 3:1 til 4:1, og hann er umleið 20 prosent meira effektivur. Serligi flow boostarin frá Tornado, ið stýrir streyminum í sjónum gjøgnum lemmarnar á framkomnan hátt og fær teir at skvera betri enn aðrir lemmar, er víðarimentur, soleiðis at hann nú kann stýrast enn neyvari, alt eftir fiskiskapinum.

-Tvey spjell á lemmunum stýra vatnstreyminum. Minkar tú til dømis gjøgnumstreymin á ovaru helvt, so spílar hon minni í mun til niðaru helvtina, og lemmurin vil tí søkja longur upp í sjógvin. Á sama hátt kanst tú stilla lemmarnar, soleiðis at teir hava rætta skverið. Hetta er lætt at stilla, meðan lemmarnir hanga á reyvuni á skipinum, sigur Óli á Gravarbø, søluleiðari fyri uppsjóvarútgerð hjá Vónini.

Øll mekanisman situr inni í lemminum, og er tí væl vard móti stoytum, ið trollemmar ofta fáa til fiskiskap í sjaskveðri.

-Tað hevur verið ein grundtanki frá byrjan, at tað skal vera lætt hjá manningini at stilla lemmarnar manuelt, og royndirnar vísa eisini, at teir eru lættir og einfaldir at brúka, sigur Óli á Gravarbø.

Høgaberg var tann fyrsti at royna Twister lemmarnar, og í dag brúka umleið 15 føroysk, íslendsk, skotsk, norsk og grønlendsk skip hesar trollemmar, ið eru somikið effektivir, at ein 11 fermetrar stórur Twister klárar meira enn ein 12 fermetrar stórur Tornado.

Óli á Gravarbø
Twister aftanfyri á Høgaberg
Twister aftanfyri á Tóndur í Gøtu

Sjálvstýrandi Twister

Málið hjá Voluventis, dótturfelagið hjá Vónini, ið hevur ment Twister, hevur frá fyrstan tíð verið at hesir trollemmar skulu vera sjálvstýrandi. Teir skulu vera somikið gløggir, at teir laga seg til umstøðurnar í sjónum – tað veri seg um skipið snarar ella trolposin tyngist.

Prinsippið er í stuttum, at fyrst fáa trollemmarnir at vita, um teir skulu fiska makrel, sild ella svartkjaft. Tað verður gjørt á eini app, har nógvir parametrar eru ásettir frammanundan. Við hesum útgangsstøði verða trollemmarnir koyrdir í sjógvin, har teir skulu hugsa sjálvir. Teir eru útgjørdir við framkomnum sensorum, ið neyvt máta dýpið í sjónum og minstu broytingar í ferðini, trolið verður togað.

Tí duga lemmarnir at hugsa og handla, tá skipið snarar, soleiðis at báðir verða standandi í rættari hædd. Og tá tungi trolposin togar trollemmar saman, duga teir at økja um styrkina, soleiðis at teir standa ímóti trýstinum. Og velir skiparin at koyra meira av trolveiri út fyri at fáa trolið at ganga djúpri í sjónum, so skulu trollemmarnir eisini skilja tað, soleiðis at teir ikki detta niður.

-Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd við nógvari forritan og royndum, bæði við simuleringum og í royndarbrunni. Men nú eru vit komin hartil, at Tróndur í Gøtu í summar fer at royna hesar sjálvstýrandi Twister lemmarnar. Fyrst fara vit at vita, um trollemmarnir í praksis duga at halda røttu dýbdina, og síðani taka vit næstu stigini, sigur Óli á Gravarbø.

Søluleiðarin fyri uppsjóvarútgerð sær stórar møguleikar í Twister trollemmunum. -Tað verður eitt stórt framstig, serliga í makrelfiskiskapi, har fiskað verður tætt uppundir vatnskorpuna, ofta við nógvari ferð. Tá er skjótt at lemmarnir leypa burturúr sjónum og fara skeivir. Nú vera teir somikið gløggir, at tað skuldi ikki hent, sigur Óli á Gravarbø.

Vónin á Instagram