{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo
Turkihúsið er reist á Vónini við Norðskála

Nýggj burðardygg loysn til alivinnuna

Vónin er komin væl áleiðis við at byggja nýggja høll á alideildini við Norðskála, sum skal brúkast til at viðgerða og turka alinótir á ein meira burðardyggan hátt.

Vaksandi eftirspurningurin í at loysa avbjóðingarnar við gróðri á alinótum, sum er meira umhvørvisvinarlig enn gamla oljugrundaða impregneringin, hevur fingið Vónina at gera stórar íløgur í at bjóða alivinnuni eina vatngrundaða loysn.

Vónin er farin í samstarv við norsku fyritøkuna Steen Hansen, sum hevur ment eina nýggja vantgrundaða impregnering í hevur ASC góðkenning. Hendan impregneringin er uttan kopar innihald, men hevur eitt umhvørvisvinarligt evni í kallast Econea. Hetta vilja vit fegin bjóða okkara kundum, sigur Signar Poulsen deildarleiðari.

Vatngrundaðu evnini krevja tó, at alinótin skal turkast, áðrenn hon kann latast alaranum. Tí byggir Vónin nú eitt impregnerings – og turkihús, sum verður 930 fermetrar til støddar. Her fer at bera til at impregnera, turka og goyma alinótirnar.

Tey seinnu árini er alivinnan farin burtur frá at nýta impregnering. Hetta hevur gjørt tað, at alifeløgini hava verið noydd at gera stórar íløgur í at vaska nótirnar fyri gróðri, meðan tær hava verið í sjónum, og hevur hetta heldur ikki heilt verið uttan trupulleikar. Við at nýta hesa nýggju Econea impregneringina frá Steen Hansen, fer tað vantandi at vera heilt óneyðugt at vaska nótirnar, meðan tær standa við fiski í sjónum. Tá fiskurin verður tikin, sum í miðal er umleið 13 mánaðir eftir at fiskurin er settur út, vera nótirnar tiknar upp til vasking og umvæling á deildini hjá Vónini við Norðskála.

Nýggja høllin verður hita við burðardyggum loysnum innan antin jarð- ella sjóvarhita. Høllin verður vantandi innilokað seinast í juli og vera tær fyrstu nótirnar vantandi barkaðar um ársskifti, tá øll útgerðin er sett upp.

Vónin á Instagram

This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.