{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Infigo 576 trolið hevur roynst væl

Í juli mánaði byrjaði frystitrolarin, Brestir, at fiska við nýggja Infigo 576 meska trolinum frá Vónini. Trolið sá eitt sindur løgið út í fyrstani, tí tað var uppbygt øðrvísi enn gamla trolið. Kortini hevur nýggja trolið roynst teimum væl.

Fiskilínan á hesum trolinum er líka long sum á tí gamla 400 meska trolinum, men tað er væl meiri av yvirneti í hesum. Tí gapar tað meiri; heldur gapinum longri og fiskar harvið longri, tí færri fiskar standa fastir í netinum.
Tað sigur skiparin á Bresti, Birgir Hansen.

Birgir Hansen, skiparin á Bresti

Trolið er deilt har afturi og hevur tveir bellar og tveir posar. Sjálvt um trolið er væl størri so er tað bara eitt sindur tyngri at toga enn tað gamla trolið, Tað gongur væl at toga tað, hóast tað er sjaskveður, sigur hann.

Trolið er líka sterkt sum tað gamla, tí vit hava bæði verið fastir í botni og slitið breitil og tikið trolið inn eftir øðrum kjafti. Kortini skrædnaði tað ikki verri enn gamla trolið, sigur hann.

Vit hava als ikki havt gamla trolið úti, síðani vit byrjaðu við hesum. Í Eysturgrønlandi gekk so mikið væl eftir svartkalva, at vit, sambært skiparanum á einum stórum trolara, sum vit fiskaði saman við, fingu 2/3 av tí, sum teir fingu við tveimum trolum, sigur Birgir.

Mær dámar trolið so mikið væl, at vit hava bara roynt við tí síðani í summar, og tá hava vit roynt bæði í Bretskum sjógvi í Eysturgrønlandi og undir Føroyum, sigur Birgir Hansen.

Vónin á Instagram

This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.