Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Hvussu verða veirar framleiddir? Hvat ger Oliveira fyri at vera fremst í røðini? Undirspolað ella yvirspolað? Spleysing ella socket? Hvussu skal ein veirur viðlíkahaldast? Lebus ella ikki lebus? Nær skal ein trolveirur vrakast? Hvussu stórir skulu blokkarnir vera?
Kundi tú hugsa tær svar á hesum spurningunum?
Kom so við á okkara evnisdag har hesir og nógvar aðrar spurningar vera svaraðir, samstundis sum vit koma at umrøð okkara nýggja tensiontól til veirspoling, og hvussu tað kann leingja um livitíðina á trolveirinum.
Simon Dixon frá Oliveira kemur at greiða frá saman við fólki frá Vónini. Eftir framløgurnar bjóðar Vónin og Oliveira til ein miðmála.
Tiltakið er ókeypis men krevur tilmelding. Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er 15. apríl.