{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

VÓNIN BYGGIR VÍÐARI Á 55 ÁRA ROYNDIR

Alt, sum Vónin letur úr hondum, skal vera í lagi. Tað er eitt grundleggjandi virði hjá okkum, sigur Hjalmar Petersen, sum sær dugnaligu starvsfólkini sum lykilin til at varðveita góðskuna í arbeiðnum og samstundis menna reiðskapin til fiski- og alivinnuna.

Teir fimm, sum 16. januar 1969 stovnaðu Vónina, høvdu allir sítt yrki á sjónum. Jákup Oluf á Lakjuni, Otto Dam, Janus av Reyni, Sámal G. Jacobsen og Olaf Olsen kendu týdningin av góðum trolreiðskapi. Og tá teir bygdu nýtt trolvirki í Fuglafirði í 1977, var slóðbrótandi royndarbrunnur natúrligur partur av íløguni. Teir vildu menna nýggj trol.

Gamli royndarbrunnurin er søga, í dag verða nýggj trol teknað á framkomnum teldusimuleringum og síðani roynd í serútgjørdum royndartanga í Hirtshals, áðrenn tey fara umborð á skipini. Men tankin er hin sami, eins og strembanin at menna nakað nýtt. Trollemmarnir, bæði til botntrol og flótitrol, verða mentir í fyritøkuni Volu Ventis, sum Vónin eigur.

Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini

Fleiri av teimum, sum í dag hava leiðandi størv á Vónini, hava eins høgan ella hægri starvsaldur enn stjórin. -Vit hava nógv dømi um ungar menn, sum hava fingið ábyrgd. Kenneth Jacobsen, Henning Nielsen, Hermann Dam, Signar Poulsen, Bogi Nón, Jógvan Jacobsen og Hilmar Egholm eru dømi um ungar menn, sum eru byrjaðir á ungum árum og framvegis eru her, sigur Hjalmar Petersen.

Stjórin er sannførdur um, at sterki loyaliteturin millum dugnaligu starvsfólkini er við til at gera  Vónina til ta fyritøku, hon er í dag. Teirra vitan er avgerandi fyri fyritøkuna. Millum ár og dag hava eisini nógvir dugnaligir fiskimenn arbeitt á Vónini, og knýtir tað saman praktisku royndirnar til sjós við trolarbeiði á landi. Samanumtikið hava tøttu sambondini við fiskiskipini stórt virði, ið Vónin ger nógv fyri at varðveita.  

Umleið 450 fólk starvast hjá Vónini í Føroyum, Litava, Norra, Grønlandi; Skotlandi og Nýfundlandi. Stórur partur av framleiðsluni fer fram á virkinum í Litava, har umleið 200 fólk arbeiða.

Tá ið Vónin letur kundum sínum reiðskap, liggur altíð eitt dygdargott handverk aftanfyri saman við útvaldum tilfari.

Á 10.000 fermetrar stóra virkinum í Litava verða nótir, uppsjóvartrol og øll útgerð til alivinnuna framleidd, meðan botntrolini framvegis verða gjørd á virkinum í Havn. Alt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt av starvsfólkunum hjá Vónini í Føroyum.

Vónin hevur verið við í felagsskapinum Burðardygt Vinnulív frá byrjan í 2021. Umframt at Vónin roynir at vera burðardygg í allari framleiðslu tekur fyritøkan ímóti øllum reiðskapi, sum er liðugt brúktur í fiskivinnuni og alivinnuni. Alt verður sent víðari til endurnýtslu hjá fyritøkum við sergrein í tí. Bara í 2022 var talan um 1200 tons av gomlum trolum, nótum, alinótum, boyum, trollemmum og øðrum.

ENDURNÝTSLA 2023

Tilfar, sum Vónin samtakið saman við kundum hevur savnað saman og sent til endurnýtslu í 2023

Kraftblokkanótir
og líknandi tilfar

37.575 kg

sent til polivektris.lt

Alinótir,
trol og tog

753.049 kg

sent til nofir.no

Fornet, boyur og
annað plast

259.760 kg

sent til plastixglobal.com

Lemmar og
annað metal

36.900 kg

sent til metallco.com
og hjhansen.dk

Umhvørvisligur ágóði

Av 753.049 kg endurnýttum tilfari sambært Nofir

Ávirkan av endunýttum tilfari

5,6

kg CO2 eq/kg minking

Minkingin av veðurlagsgassum kann sammetast við at

38 337

ferðafólk flúgva frá Oslo til London

Kolevnis-ávirkanin minkar umleið

4 217 074

kg CO2 eq.

Vónin á Instagram

This error message is only visible to WordPress admins
Error: Access Token is not valid or has expired. Feed will not update.