Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Ein nýggj arbeiðshøll, ein fullfíggjað goymsla og ein nýggj vaskimaskina eru við til at brynja deildina hjá Vónini við Norðskála til eina alivinnu í stórum vøkstri.
Nýggja, 1500 fermetrar stóra arbeiðshøllin við Norðskála ger alideildina hjá Vónini munandi meira effektiva.
-Vit hava fýra stórar breytir við hvør sínum blokki, og tí kunnu vit umvæla og viðlíkahalda fýra av teimum størstu 200 metra alinótunum í senn. Tí eru vit til reiðar at lofta uppgávuni, eisini um ein alari fær akuttan tørv á at fáa sínar nótir umvældar, sigur Signar Poulsen, leiðari á alideildini hjá Vónini.
Nýggju og bøttu umstøðurnar gera, at eini 400 alinótir kunu fara ígjøgnum virkið um árið. Talan er um umvælingar og viðlíkahaldsarbeiðið av alinótum, har net og tog verður eftirhugt, bøt og møguliga skift. Nýggjar nótir verða gjørdar á virkinum hjá Vónini í Litava áðrenn tær vera góðskukannaðar á virkinum við Norðskála.
Gamla arbeiðshøllin við Norðskála verður nú burturav brúkt til goymslu. Tí hevur Vónin altíð alla útgerð liggjandi, um alarin hevur tørv á tí í knappari vend. Og harumframt er pláss til at goyma nýggjar og umvældar alinótir innandura.
-Ofta er neyðugt at hava fleiri alinótir liggjandi á goymslu, til alarin fær brúk fyri teimum, og tann møguleikan hava vit betra munandi um, sigur Signar Poulsen.
Stórvask
Alideildin hevur eisini útbygt og dagført vaskiøkið við Norðskála. Nýggja vaskismaskinan, sum tekur 60 kubikkmetrar, ger tað munandi lættari at vaska størstu alinótirnar, sum eru 200 metrar í ummáli. Afturat henni hevur Vónin eina vaskimaskinu, sum er 40 kubikkmetrar til støddar.
Økið, har alinótirnar verða vaskaðar, er neyvt atskilt fyri at fyribyrgja møguligari sjúku í at breiða seg. Nótirnar, sum ikki eru vaskaðar, verða lagdar fyri seg. Síðani verða tær vaskaðar, og aftaná lagdar í eitt reint øki. Á henda hátt koma vaskaðu nótirnar ikki í samband við tær óvaskaðu.
Imprægnering
Vaksandi eftirspurningurin eftir imprægnering og coating, sum er meira umhvørvisvinarlig enn vanliga, oljugrundaða imprægneringin, hevur fingið Vónina at fyrireika seg til at bjóða alarum eitt vatngrundað alternativ.
-Vatngrundað imprægnering og coating verður eitt munandi meira umhvørvisvinarligt alternativ, sum vit fegin vilja bjóða okkara kundum, sigur Signar Poulsen. Vatngrundaðu evnini krevja tó, at alinótin skal turkast, áðrenn hon kann latast alaranum. Tí fer Vónin nú at byggja eitt imprægnerings- og turkihús, sum verður 930 fermetrar til støddar. Her fer at bera til at imprægnera, turka og goyma alinótirnar. Høllin verður tikin í nýtslu við ársbyrjan í 2023.
Fullfíggjað alideild
Við nevndu útbyggingum hevur Vónin savnað alt virksemið til alivinnuna á einum stað við Norðskála. Afturat nýggju arbeiðshøllini er eisini gjørdur ein umsitingarbygningur við skrivstovum, fundarhøli, matstovu og øðrum hentleikum til tey útvið 30 starvsfólkini á alideildini. Nógv er gjørt fyri at fríðka um bygningarnar, og í samband við byggingina av nýggju høllini verður tað írestandi av økinum rundan um virkið fríðka.
-Vit hava nú eina fullfíggjaða, dagførda og framtíðartryggjaða tænastustøð til alivinnuna, sigur Signar Poulsen, leiðari á alideildini hjá Vónini.
This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.
Strictly Necessary Cookies
Strictly Necessary Cookie should be enabled at all times so that we can save your preferences for cookie settings.
If you disable this cookie, we will not be able to save your preferences. This means that every time you visit this website you will need to enable or disable cookies again.
3rd Party Cookies
This website uses Google Analytics to collect anonymous information such as the number of visitors to the site, and the most popular pages.
Keeping this cookie enabled helps us to improve our website.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!