{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Dømi:

10% økt veiði

Polarhav

Væl royndu partrolarnir Polarhav og Stjørnan vórðu valdir út til at geva tí fyrstu Zenith prototypuni í fullari stødd sín elddóp á siðbundnum føroyskum partrolileiðum. Og fyrimunurin við at samstarva við partrolarar liggur í at kunna samanbera veiðina hjá teimum báðum partrolarunum, ið skiftast um at hála, har Stjørnan brúkar eitt vanligt 720-meska trol og Polarhav togar nýggjan 700-meska Zenith royndarreiðskap, ið er tillagaður eftir skiparans ynskjum við Fortis neti í teimum ovaru panelunum.

Upsi er høvuðs fiskaslagið fyri teir føroysku partrolararnar, og tað var greitt aftan á 11 túrar, at Vónin Zenith avrikaði munandi betur enn tann vanligi reiðskapurin; Polarhav landaði 548 tons av upsa samanborið við tey 473 tonsini, sum Stjørnan landaði.

Upplýsingar frá reiðskaps sensorum vísti greiðar munir millum tey bæði trolini. Man visti longu frammanundan, at tað vanliga 720-meska trolið hevði eina høvuðlínuhædd á 7-8 metrar; men høvuðlínu sensorin vísti, at Zenith trolið við sínum longri fiskilínulínu og høvuðlínu strekti seg lættliga til eina 10-metra høvuðlínu hædd — sum eisini vísti eina heldur víðari spreiðing og gekk væl á botninum.

Zenith trolið fiskar væl, váttaði skiparin á Polarhav og legði afturat, at tað er lættari at toga og er stútt á havbotninum í øllum tí veðri, teir upplivdu undir tí fyrsta mánaðinum av royndum. Tá ið ekkoloddið sigur frá nógvum fiski, kennir hann seg vísan í, at tað fer at síggjast aftur í tí, sum kemur í trolposan.

Skiparin sigur

Zenith trolið fangar upsa skjótari. Trolið hevur góða botnkontakt, er lættari at toga og brúkar minni av veiri. Vit hava sæð, at Zenith trolið er ógvuliga stabilt í ringum veðri og slítist lítið, sigur Jørmund Olsen, skipari á Polarhav.


Sølutoymið

Send teldupost til:
{{selectedEmployee.title}}

  • {{error}}

Tíni boð eru send.

{{ employee.title }}
{{ getLocations(employee) }}
{{ employee.job_title }}

Vónin á Instagram