Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur


Menningararbeiðið er komið hartil, at fult stýrandi Twister trollemmarnir frá Vónini hava prógvað sítt virði. -Talan er um góðar og tryggar standardloysnir, ið skipini kunnu hava fult álit á, sigur Óli á Gravarbø, søluleiðari fyri uppsjóvarútgerð hjá Vónini
Higartil hava 44 skip keypt triðja ættarlið av Twister trollemmunum, ið kunnu stýrast beinleiðis av brúnni. Tveir triðingar eru longu í vinnu, og síðsti triðingurin er antin á veg út til skipini ella skal umborð á nýbygningar. Drúgva menningararbeiðið ber nú ávøkstur.
-Menningararbeiðið byrjaði fyri eini 5-6 árum síðani. Í fyrstani gekk seint, men herda kappingin noyddi okkum at seta ferð á, og síðstu trý árini hevur tað gingið skjótt. Tað hevur verið hart arbeiði, ið hevur tikið nógva tíð og orku frá okkum, staðfestir Óli á Gravarbø, søluleiðari fyri uppsjóvarútgerð hjá Vónini.
Fult stýrandi Twister trollemmarnir verða nú brúktir umborð á føroyskum, íslendskum, norskum, bretskum og hollendskum uppsjóvarskipum.
Stóra avbjóðingin í øllum menningararbeiðnum var at finna útav, hvussu trollemmarnir lætt og einfalt hátt kunnu stýrast beinleiðis av brúnni á skipinum, uttan at vera ávirkaðir av akustiskum og elektriskum larmi í sjónum. Tann knúturin er loystur. Ein onnur avbjóðing var at menna góðar og tryggar standardloysnir, ið kunnu brúkast til allar trollemmar.
-Vit satsaðu, settu ferð á og lótu skipini royna nakrar prototypur. Menningin var framvegis í gongd, alt var ikki nóg væl testað, og á vegnum eru gjørdar ein røð av broytingum og tillagingum. Men nú eru vit komin hartil, at alt er standardiserað, og tað er ein risa fyrimunur, bæði í mun til framleiðslu, viðlíkahald og dagføringar, sigur Óli á Gravarbø.
Praktiska arbeiðið verður nú gjørt í nærumhvørvinum í Fuglafirði, í tøttum samstarvi við fyritøkuna Petur Larsen. Tað fevnir millum annað um at samla allar komponentarnar í trollemmunum, fáa tøkniligu skipanirnar at rigga umborð, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði, dagføringar og so framvegis.
-Vit á Vónini høvdu neyvan klárað alt einsamøll. Talan var um nógvar nýggjar uppgávur, ið skulu gerast av fólki við serligum førleikum. Loysnina funnu vit hjá fyritøkuni Petur Larsen, og samstarvið hevur virkað framúr, sigur Óli á Gravarbø og leggur afturat, at Petur Larsen eisini hjálpir skipunum við at loysa møguligar trupulleikar ella brek við Twister trollemmunum, alt samdøgrið.
Skipanirnar í Twister trollemmunum eru somikið framkomnar, at flestu trupulleikar kunnu loysast úr landi, meðan skipini eru til fiskiskap.


Enn eru tað bara uppsjóvarskip, ið brúka fult stýrandi Twister. Men málið er at bjóða botnfiskaflotanum somu loysn.
-Í stuttum er munurin, at í uppsjóvarfiskiskapi verða trollemmarnir stýrdir eftir yvirflatuni í sjónum, meðan vit í botnfiskiskapinum skulu fáa lemmarnar at stýra eftir havbotninum. Dýpið er øðrvísi, og tí mugu vit brúka aðrar frekvensir og sendistyrki, men tað er eingin tøknilig avbjóðing. Og so skulu trollemmar til botnfiskiskap vera minni, smidligari og meira harðførir, sigur Óli á Gravarbø.
Í høvuðsheitum eru tøkniligu stýriskipanirnar til Twister tær somu, óansæð um tær verða brúktar til uppsjóvar- ella botnfiskiskp.
-Arbeiðið at laga Twister trollemmarnar til botnfiskiskap hevur gingið væl, og fyrstu royndirnar við fult stýrandi Twister til henda partin av fiskiflotanum eru gjørdar, sigur Óli á Gravarbø.
Drúgva menningararbeiðið við Twister gevur nú úrslit. Skipini lata væl at, og áhugin fyri trollemmunum er vaksandi.
-Fyri okkum hevur tað verið ein stór verkætlan, ið vit hava lyft saman við okkara samstarvsfelagum. Tí eru vit bæði glað og errin um ta góðu afturboðanina, vit hava fingið, sigur Óli á Gravarbø og heldur fram:
-Greiða málið er, at fult stýrandi Twister skulu út til so nógv skip sum tilber. Vit vilja bjóða bestu trollemmarnar og bestu tænastuna til skipini. Og tá fiskiflotin hugsar um fult stýrandi trollemmar, so skulu tey hugsa um okkum.
